Á Tvøroyri tosa fólk í hesum døgum mest um makrel og fótbólt

Leygardagin klokkan 15 er slagið millum TB og B68. (Mynd Álvur)

Eg tosaði í seinastu viku við konu av Tvøroyri búsitandi í Havn, sum júst var afturkomin av Tvøroyri eftir at hava vitja familju í tvær vikur. Hetta var fyrstu ferð, hon var á Tvøroyri, eftir at nýggja uppisjóvarvirkið var komið á bryggjuni. Og tað mátti hon siga, Tvøroyri var alt hamskift, tí bjartskygni sást í hvørjum króki í býnum.

Eitt er uppisjóvarvirkið, sum fer ongan veg, annað er og verri er við TB, sum leygardagin klokkan fimtan  spælir ímóti B68 um at varðveita plássið í EFFO deildini. Fólk eru ótrúliga spent á Tvøroyri, og tá ið tú tosar við tvøroyrarmann um samanleggin av feløgum í oynni, so er svarið. Nei.

Fótbóltsfepurin á Tvøroyri er vorðin eins stórur, og hann var í gullárunum í 70 og 80 árunum. Eg hoyrdi nakrar ungar TB spælarar í Rás 2 seinasta leygardag, og rómurin var øgiligir, tí TB “bara” hevði tapti 3-1 fyri HB. Kenslurnar fuku í allar ættir, og øll tøl og møguleikar komið á borðið eftir næstseinasta umfar í EFFO deildini. Áðrenn dystin ímóti B68 í Trongisvági hevur TB 24 stig og B68 21 stig. TB hevur í málmuni minus 17 mál, og B68 hevur minus 23 mál, og tað vil siga, at skal B68 varðveita plássið í EFFO deildini, má liðið vinna við minst fýra málum á TB.

Tvørakonan segði mær, at sjálvt um 100 fólk arbeiða á uppisjóvarvirkinum, so fær Tvøroyri annað íkast frá virkinum, og herfyri var torført at fáa nógmikið at fólki at lossa eitt farmaskip, sum skuldi avskipa vøru frá virkinum. Skipini skulu hava matvøru og annað, jú, Tvøroyri er sum hamskift, síðani eg seinast var á Tvøroyri, segði konan.

Nú hugsar onkur, at undirritaði heldur við TB, og slett ikki tosar um B68. Eg havi tað soleiðis, at fyri meg er av stórum týdningini, at Suðuroyggin eisini hevur lið í bestu deildini. Fótbólturin hevur djúpar røtur í Suðuroynni, og elsta fótbóltsfelagið í oynni TB fylti 13. mai í ár 12o ár. TB hevur seinastu nógvu árini ikki rættiliga fóta sær í føroyskum fótbólti, tí Suðuroyggin hevur verið rakt av kreppum og harvið fólkaflyting.

Tankarnir leita aftur í 70 og 80 árini, tá ið Henrik Thomsen, Trond og Ásmund Nolsøe og aðrir TB spælarar drógu fólk í Gundadal at hyggja at nýggja skjótum álopsfótbólti, sum ikki áður var sæddur í Føroyum.

Landskappingin í fótbólti byrjaði í 1942, og hevur TB vunnið meistaraheitið sjey ferðir. Í 1942, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. Í yvirlitinum hjá FSF stendur, at TB hevur vunnið meistaraheitið átta ferðir, men ikki finni eg tað áttandi árið. Spennandi at fylgja við, hvussu fer at ganganst í seinasta umfari í EFFO deildini. EB/Streymur meistari og B68 í 2. deild? Tað er ikki heilt vist, tí seinastu dystirnir eru ikki spældir. (Vagnur)

Effodeildin 2012

Nr.
Lið
D V J T Mál S
1
EB/Streymur
26
16
7
3
47-25
55
2
ÍF
26
16
5
5
55-23
53
3
HB
26
13
5
8
56-34
44
4
Víkingur
26
12
8
6
42-34
44
5
26
12
6
8
52-43
42
6
B36
26
10
7
9
41-35
37
7
NSÍ
26
9
4
13
36-39
31
8
TB
26
5
9
12
29-46
24
9
B68
26
5
6
15
19-42
21
10
FC Suðuroy
26
2
3
21
15-71
9

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *