Í døgunum 26. til 29. oktober skal A-manslandsliðið til Luxembourg at spæla tveir landsdystir, og møguliga kemur Belgia eisini til Luxembourg at spæla ímóti føroyingum. Eftir at A-landsliðsvenjarin Dia Midjord gjørdist stjóri í Kringvarpi Føroya, mátti hann siga landsliðsstarvið frá sær, og HSF hevur heitt á hjálparvenjaran Kára Nielsen um at taka sær av ferðini til Luxembourg.
Kári Nielsen hevur stóran áhuga í ungdómshondbólti í Føroyum, og hann er maðurin aftan fyri stóru menningini av ungum mansspælarum í H71, sum hevur vunnið tvey meistaraheiti við honum sum venjara.
Nú hevur hann tikið uppgávuna á seg at venja A-manslandsliðið, og sum eg skilji, er avtalan fyrst um ferðina til Luxembourg, tí Kári venur eisini U21 manslandsliðið. Hvussu fer Kári at taka út landsliðið við so stuttu skotbrái?
– Ætlanin er í næstum at taka út einar seytjan spælarar, sum koma at venja saman í heystfrítíðini. Í løtuni hava vit einar átta ungar góðar spælarar, sum spæla miðvísan hondbólt við liðum í Danmark. Nevnast kunnu Rókur Akralíð og Tróndur Kragesteen úr Holte, sum spælir í næstbestu deildini. Síðani er Johan á Plógv Hansen úr Skanderborg, Lars Black og Janus Sørensen úr Stadion og Rósing Rasmussen úr Ajax. Eisini er talan um Bjarta Hansen og Tummas Paula Hanusarson, sum er farin at spæla aftur og er áhugaður í landsliðnum.
– Birgir Hansen kemur at hjálpa mær, og nú fyrsta umfar í landskappingini byrjar, fara vit kring landið at hygga at møguligum spælarum til landsliðið. Men vit hava eisini “gamla” landsliðið at byggja viðari á. Avtalan við Hondbóltssambandið er í fyrsta umfari at taka mær av ferðini til Luxembourg, tí eg venji eisini U21 landsliðið. Aldurin í Challenge Trophy landsliðskappingini er settur niður í 20 ár, so hetta ljóðar spennandi, sigur Kári at enda.
Tað er torført at ímynda sær, hvørjar spælarar Kári tekur út til A-landsliðið, men eitt er greitt, at Hanus Hanusarson og Áki G. Olsen spæla ikki, og Hans Áki Dal Christiansen arbeiðir í Norra og er bara heima av og á. Men vit mugu rokna við Sveini Justiunussen, sum er komin aftur úr Danmark. Hesir fýra vóru allir á A-landsliðnum seinast. Vit mugu rokna við, at nýggja A-manslandsliðið verður mannað við nógvum ungum spælarum. (Vagnur)
