Tá vit vóru børn við Landavegin, var ikki farið nógv yvir í eysturbýin, men jú eldru vit blivu, tess størri gjørdist sjónarringurin. Pápi mín arbeiddi í Smæruni, og tí kom man at kenna nógv fólk har á leiðini og eisini har Elspulena á Krákusteini búði. Hon var doypt Elsebeth Helene Sørensen. Elspulena var ógift, og tú kendi hana, tí hon keypti í Smæruni, og tú vart sum unglingi onkuntíð við vøru í fleiri húsum á Krákusteini.
Lesi í løtuni tær fimm bøkurnar Torvið í Føroyum, sum Petur Jacob Sigvardsen skrivaði. Áhugavert men eisini undrunarvert, at tú kanst skriva fimm bøkur um torv. Men aftur til Elspulenu á Krákusteinon, sum búði einsamøll í barnaheiminum. Tey vóru fýra systkin tríggjar systrar og bróðirin Søren Christiansen. Systirin Andrea var gift til Tvøroyarar og Katrina gift abbabeiggja mínum Sámali Christiansen róptur Sámal í Hvannasundi og so Elspulena.
Elspulena arbeiddi eitt skifti í fiski hjá Karl á Lag, sum hevði turkihús Yviri við Strond. Minnist væl hetta húsið, sum var tikið niður miðskeiðis í 1970 – árunum. Minnist eisini steinsetta fiskaplássið, har bygningurin hjá Eik nú stendur.
Fornminnissavnið helt til uppi á loftinum í gamla bókasavninum, og Elspulene vísti fólkið runt og annars ansaði dýrgripunum, meðan opið var. Tá Elspulena doyr 86 ára gomul í 1964, verða søguligu húsini seld Forngripafelagnum. Tey standa óvirkin í nógv ár, tí Forngripafelagið ikki hevði fíggjarliga orka at halda húsini.
Felagið Skansin Offshore keypir húsini og setir tey í uppruna stand bæði innan og uttan. Havi ikki verið í húsunum, men tey eru snotulig uttan og sigst vera vælumgingin innan, har tey hava varðveitt alt tað gamla í húsunum.

Elspulena á Krákusteini er givin í kirkjugarðinum á Svínaryggi, har foreldrini eisini eru grivin. (Mynd Søren Christiansen)
Tá man sær gamlar myndir á Krákusteini og har um leiðir, so er spell, at nógv av húsunum máttu lúta fyri útbyggingini av Tórshavnar Havn, har nógv grót skuldu brúkast bæði til bryggir og Molan. Soleiðis var tá og sanniliga eisini nú, tí tildømis var í evstu løtu, at Skansin ikki misti útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Tí verri eru nógvir politikarar, sum leggja ov lítið í tað gamla, men hugsa mest sum bara um vinnuna. Eitt samfelag er sjálvandi eisini annað enn bara vinna og stór skip. (Vagnur)


