Herfyri fór bakarin og tónleikarin Regin Jacobsen seinastu ferð um sýnuna 79 ár gamal. Regin og beiggjarnar Hannis, sála og Dia havi eg altíð kent, men ikki fyrr enn vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60 – árini í apríl mánað í 1988 og tjúgu ár fram, kom eg at kenna Regin enn betur. Regin var fyrikomandi og fittur maður, og meg minnist, tá hann lærdi til bakara hjá Conradi Skaale á horninum J.C.Svabosgøtu/V.U. Hammershaimbsgøtu.
Regin arbeiddi seinni nøkur ár sum bakari hjá Frantz Restorff fyri síðani at fara út í verðina, har hann sigldi sum tænari umborð á svenskum skipi, tey róptu Amerikulinjan. Seinni arbeiddi hainn á bakarínum Acta í Torfinsgøtu, sum Erling Poulsen læt upp í 1965.
Erling var lærumeistarin hjá Regini í bakarínum hjá Conradi Skaale, og tað var Acta, sum breyt upp úr nýggjum og kom við hugskotinum at selja morgunbreyð sunnumorgun. Erling hevði búð í Danmark í nøkur ár og kom aftur til Føroya í 1965. Acta læt aftur í 1981, og Erling flutti aftur til Danmarkar.
Regin var sonur Niels í Stórustovu, sum eisini var tónleikari og spældi við Gogguni. Minnist, at tey búðu úti í Perskonugøtu, og mamman Regin æt Olivia dóttir Andreas í Horni. Børnini vóru Dia, Hannis, Regin og Bjørt. Regin og konan Hildigarð áttu tvey børn og búðu í Torgarðsgøtu. Men aftur til Regin og tónleikin.
Tónleikaran Regin Jacobsen minnast vit mest við saxofonuni og harmonikuni, og Regin spældi í fleiri tónleikabólkum sum tildømis Gogguni, Rúnar, Flamingo, og hann traðkaði mangan til í ymsum tónleikabólkum, tá brúk var fyri saxofonuni ella harmonikuni til góðan dansitónleik.
Og var tað júst í hesum sambandi eg kom at samskifta væl við Regin, tí hann spældi fleiri ferð í tiltakinum Aftur í 60 árini. Ikki long tíð síðani, vit hittust í Havnargøtu, har hann segði mær, at hann framvegis spældi til ymisk tiltøk, men so gjørdist hann sjúkur.

Rúnar á pallí í Ítróttahøllini á Hálsi í 1996. Frá vinstru Jógvan Sofus Vágsheyg, Finnbogi Johannessen, Ólavur Øster, Jens av Reyni, Regin Jacobsen og Erling Berg. (Mynd Vagnur)
Komi júst at hugsa um, at nú er farið at tynnast í eldra í tónleikaskaranum í Havn. Fólk, sum í mong ár settu fingramerki á undirhaldið og dansin í høvuðsstaðnum. Góð og frálík minni ikki minst í Sjónleikarhúsinum, har vit dansaðu í mong ár bæði mikukvøld og sunnukvøld. Saknur er í hesum fólkum. (Vagnur)

