Myndina keypti eg frá Frantsi Restorff, sála, sum var kemigrafur og hevur framleidd nógvar av stóru svørt/hvítu myndunum, vit millum annað síggja í Tórshavnar kommunuskúla. Ferðamannaskipið Tjaldur varð selt til Kili og fór úr Føroyum 20. oktober 1967. Hini skipini eru Ritan, Sigmundur, Rókur, Ternan, Sildberin og Smiril. Myndin vekir nógv ungdómsminni.
Í gongini hjá Hans Jákup í Smæruni hekk stór svørt/hvít mynd, sum vit síggja omanfyri. “Hesi mynd kundi eg hugsað mær at átt”, og eg spurdi sonin Oskar, hvaðani tey høvdu fingið myndina. “Frá Frantsi á Grafia”, var svarið. Nakrar dagar seinni bað eg Frants gera mær eintak av myndini. Og glaður var eg, tí myndin sigur so nógv um mína barna- og ungdómstíð.
Og skipini eru øll har: Til vinstru á myndini fyrst Ritan, sum mest sigldi til Nólsoyar, men eisini til Skopunar, Skúvoyar og út í Hest. Í februar mánað í 1968 sakk Ritan uttan fyri Molan í Havn, tá ið hon rendi á Ternuna. Ritan varð tikin upp á sleipistøðina í Havn, har hon stóð í nógv ár. Ritan, sum kom til Føroya í 1949, varð bygd á Orlogsskipasmiðjuni í Keypmannahavn. Ritan kom ongantíð aftur í sigling sum ferðamannaskip.
Síðani koma vit til Sigmund, sum var fyrrverandi bretskur minisópari bygdur í Peterhead í 1942 og kom til Føroya í 1952. Sigmundur sigldi mest inn á Skálafjørðin men eisini norður í Sundalagið. Sigmundur, sum tók 250 ferðafólk, varð søktur millum Stong og Eystnes í 1973.
Næst er farmaskipið Rókur hjá Skipafelagnum Føroyum, sum mest sigldi við farmi kring oyggjarnar, men skipið sigldi eisini við farmi millum lond millum annað við koli.
Ferðamannaskipið Tjaldur, sum varð bygd í Aalborg í 1953, liggur í krókinum. 20. oktobur 1967 var minnilig løta á bryggjuni, tí tá fór Tjaldur seinastu ferð úr Føroyum. Skipið varð selt til Kili, har tað bleiv brúkt sum hermannaskip. Tjaldur var fólkaogn, og hvørja ferð skipið kom á Havnina úr Danmark, tustu fólk á bryggjuna. Tað sama var, tá ið skipið fór av Havnini.
Millum Ternuna og Smiril síggja vit Sildberan, sum varð bygdur í Kalundborg í 1946. Sildberin, sum tók 65 ferðafólk, sigldi millum Havina Sandoy, Hest og Skúvoy. Silberin gavst at sigla við ferðafólk í 1979 og varð selt sum fiskiskip, men sakk á útróðri vestan fyri Mikines.
Nærmast Smirli liggur Ternan, sum tað almenna keypti úr Onglandi í 1946. Fyrst sigdli Ternan við ferðafólki og farmi millum oyggjarnar, varð eitt skifti vaktar- og bjargingarskip, men í 1961 keypir Meiaríið Ternuna og umbyggir skipið til ferðamannaskip. Skipið fekk navnið Dúgvan og sigldi inn á Skálafjørðin og norður í Sundalagið. Dúgvan varð upphøgd í 1975.
Smiril, sum tók 200 ferðafólk, kom til Føroya í 1932 og varð settur í suðuroysigling, sum skipið røkti til í 1969. Smiril varð bygdur á Frederikshavn skipasmiðju. Tað tók fýra tímar at sigla úr Havn til Tvøroyrar við Smirli, og nógvar minniligar ítróttaferðir havi eg við hesum skipi, sum vit hildu rullaði nakað illa. Vit síggja eisini á myndini smábátar liggja fyri teymi, smáir bátar í mun til nú stóru glastrevjabátarnar, sum liggja við flótubrúgvarnar. (Vagnur)

