85 ára gamla Tórgerð Jensen vann FM-heitið við Vípuni í 1944 og 1949 (e)

Vípan føroyameistari í 1944. St.f.v: Sanna Gretha Hentze, Tórgerð Jensen, Hilda Sandoy og Gikka Hentze. Húkandi f.v: Andrea Heinesen, Fía Poulsen, Marita Viderø, Ásla Olsen og Herborg Davidsen.

Tá ið eg hoyrdi, at tey ætlaðu at endurstovna hondbóltsfelagið Vípuna á Sandi, fór eg í heimið hjá 85 ára gomlu Tórgerð Jensen, sum eg visti var á mynd í bókini ÌSF 50 ár. Myndin var av Vípuni kvinnum, sum vunnu FM-heitið í 1949,  men eingi nøvn vóru undir myndini. Tórgerð var bæði blíð og týð, og eg fekk nógv at vita frá fyrrverandi vípuspælaranum. (Skrivað í 2012)

Eg tók í hurð í kjallaranum, og mín sann, Tórgerð var í vaskirúminum, og hon kendi meg, tí dóttir hennara var arbeiðsgenta hjá okkum fyrst í 70 árunum. Dóttirin varð seinni gift vinmanni mínum, sum løtu seinni saman við soninum komu  til døgurða hjá svigarmammuni.

Eg havi ótrúliga góð minni frá hondbóltstíðini í Vípuni, sigur Tórgerð. (Mynd Vagnur)

Tá ið vit vóru komin upp í køkin, kom Tórgerð við tveimum liðmyndum í rammu . Onnur myndin var av Vípuni frá 1944, tá ið Vípan vann fyrsta FM-heitið, og hin myndin av Vípuni, sum vann FM-heitið í 1949. Eg skrivaði nøvnini á pappír, og tað vísir seg, at bara at tvær av kvinnunum Tórgerð Jensen og Marita Viderø eru á lívi. Eg merkti á Tórgerð, at myndirnar numu við góðar ungdómskenslur, sum hon minnist aftur við gleði.

– Tað var lærarin Kjartan Hentze, sum vandi okkum niðri á hondbóltsvøllinum á sandinum. Hann hevði lært til lærara í Danmark, og har var hann komin í samband við hondbóltsspælið. Kvinnurnar, sum spældu við Vípuni, munnu hava verið frá sekstan, seytjan ár og til miðskeiðis í 20 árunum. Hetta var ein ótrúliga stuttlig og spennandi tíð, og Kjartan, sum fyriskipaði góða hondbóltsvenjing, gekk upp í venjingina og dystirnar við lív og sál.

– Og minnini frá hesi tíðini eru ótrúliga góð og nógv, tí vit ferðaðust um alt landið at spæla dystir. Eg havi spælt hondbólti ímóti skúvoyingum úti í Skúgvi, ímóti nólsoyingum úti í Nólsoy og í nógvum øðrum bygdum og býum kring landið. Tað var deksbáturin Borðoyanes, sum sigldi okkum millum annað til Suðuroyar, har vit lógu nátt hvørja ferð.

Vípan føroyameistari í 1949. St.f.v: Tyra Hentze, Kristianna Koytu, Ada Rasmussen og Svava Davidsen. Húkandi f.v: Tórgerð Jensen, Brynhild Petersen og Nenna Clementsen.

– Eg kann minnast serliga einu ferðina, tá ið tað tók okkum fimm tímar at sigla úr Hvalba og aftur á Sand, tí veðrið var so vánaligt. Vit spældu millum annað eisini í Klaksvík, Gøtu, Eiði, Vestmanna og í Havn, og tað deksbáturin, sum førdi okkum mangan longu leiðina. Hondbóltsvøllurin var niðri á sandinum við Mølheyggjarnar.

– Sjálv spældi eg hondbólt frá tí eg var sekstan ár til miðskeiðis í 20 árunum. Hondbólturin á Sandi datt niðurfyri, tí tá ið vit giftust og fingu børn, og eingin var at taka yvir. Eg havi nógv rík minni frá hondbóltstíðini, tí umframt góða samahaldið á liðnum og nógvu dystirnar,  komu vit í samband við nógv fólk kring landið. Hetta vóru vinabond fyri lívið.

– Eg má sleppa at nevna, at Vípan vann eisini eitt meistaraheitið aftrat seinast í 40 árunum, men tað bar so til, at Neistin og Vípan blivu jøvn í stigum og málum, og tá for fram lutakast, hvat lið skuldi fáa FM-steypið. Neistakvinnur vunnu lutakastið, sigur Tórgerð at enda, sum fegnast um, at nýggj høll er komin á Sandi, og at fólk aftir ætla at spæla hondbólt í Vípuna.

Nú koma ommusonurin og svigarsonurin upp trappurnar og inn í køkin, har Tórgerð borðreiðir grind og spik, og sjálvandi skuldi eg eisini hava ein bita. Omaná fingu vit pannukøkur, ís og jarðber, og Tórgerð var ótrúliga fegin um, at feðgarnir komu til døgurða.

Landskappingin í hondbólti byrjaði í 1943, og tað hugaliga og stuttliga er, at heili seks ymisk feløg vunnu FM-heitið fyri kvinnur fyrstu níggju árini. Ì 1943 Neistin, 1944 Vípan, 1945 Stjørnan, 1946 Neistin, 1947 EB, 1948 Neistin, 1949 Vípan, 1950 VB og í 1951 VÍF. At enda vil eg leggja aftrat, at leikbúnarnir hjá spælarunum eru vakrir við serligum silkibandi seymað tvørs á blusuni. Á bandinum stendur sjálvandi VÍPAN. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *