
Áhugavert at síggja sleiparan hjá Kampsax, sum skipasmiðjan yvirtók , og at síggja Heklu, sum vit ungu mangan sníktu okkum umborð. Myndin er frá 1962.
Myndin omanfyri er serlig fyri meg og onnur ung, sum í ungdómsárunum hildu til á Vestarubryggju og har um leiðir. Minnist ikki rættiliga sleiparan, sum Kampsax lat skipasmiðjuni, eftir at fyritøkan var liðugt at gera annað byggistig av Molanum. Hetta var seinast í 1950-árunum. Tað hevur uttan iva sína orsøk, at eg ikki minnist sleiparan hjá Kampsax, tí vit búði uppi við Landavegin, og tað var ikki talan um at fara oman til sjóvarmálan at spæla, uttan vit dugdu at svimja. Serliga minnist eg Heklu, sum øll ungdómsárini lá fyri teym á Vestaruvág.
Vit síggja eisini skipasmiðjujollurnar, sum vit av og á “lándu”, og so at rógva út á Heklu og onnur skip. Vinmaðurin FinnBjørn Guttesen sigur mær, at Hekla var bygd í Oslo í 1897 sum lítil hvalabátur, og tað var skipsbyggjarin Colin Archer, sum bygdi skipið Hekla kom til Havnar í 1948, og bleiv riggað til línubát, men alt tað vit minnast, lá Hekla fyri teym. Men kansta fyrstu árini var hon til fiskiskap, men tað minnast vit báðir ikki.. Hekla var søkt millum Stong og Eystnes í 1966.
Tað var kanska spell, at Hekla ikki var varðveitt, tí tað eru so få Colin Archer skip eftir, og tey fáu, sum eru, verða nógv eftirspurd. Uttast til høgru síggja vit sandbátin Teistan, sum í 1925 var bygdur sum tveymastra skonnart hjá N. A. Nielsen á Thurø í Danmark. Eisini sæst dekksbáturin ANNA, sum bar bygdur á Skála í 1911, og sum Símuni Askham átti. Reyðikrossur er har, sum var bygdur til sjúkraflutning. Hann var bygdur í Rosendahl í Norra í 1940. Seinni kom hann at eita AMADEUS.
Áhugavert eisini at síggja nærmast til høgru kalvabátin Helenu hjá Gustavi á Sundi. Minnist ikki rættiliga henda bátin, men heldur norska kalvabátin Tjønunes, sum Jakku á Sundi átti. Síggi fyri mær kalvarnar liggja á bryggjuni við Fiskasentralin, har Jakku ísaði kalvan í træbingjur, sum skuldu av landinum. Báturin Streymur er eisini, men ikke minnist eg bátin við hasum litinum. Áhugavert at síggja myndina frá 1962 og eisini at síggja, at koyrandi er ikki enn úr Vágsbotni á Skálatrøð. (Vagnur)