Fólkaskúlin er ikki fyri øll, og skúlin má ikki bara gerast ein bókligur skúli

Her síggja vit, hvussu ein fýrataktmotorur verður smurdur. Góð pedagogisk mynd úr donsku motorlærubókini frá 1980. Í so máta er einki broytt.

Herfyri hoyrdu vit í fjølmiðlunum, at fólkaskúlarnir nógvir ikki kundu bjóða næmingum handaligar lærugreinar, tí ov fáir tímar eru til hesar lærugreinar. Vit hava eisini mangan hoyrt, at skúlin er fyri øll, men hetta er beinleiðis ósatt. Føroyski fólkaskúlin er ikki fyri øll, og at skúlin ikki kann bjóða ymsar handaligar vællærugreinar, sigur mær so mikið og er prógv um, at skúlin er ikki fyri øll. Fólkaskúlin í dag er meira bókligur, enn tá eg var lærari í 28 ár í Eysturskúlanum. Hvør hevur so ábyrgdina av hesum? Jú, tað hevur ovasta leiðslan í Mentamálaráðnum og leiðslurnar á skúlunum, sum hava snarað fólkaskúlan inn á eina meira bókliga kós. Haldi, at politikararnir áttu at langa nevan í borðið og fingið broytt føroyska fólkaskúlan á handaliga økinum.

Her síggja vit tær týra “taktirnar” í fýrataktmotori.

Sjálvur var eg ein av teimum, sum ikki tímdi at ganga í skúla, og góðu minnini frá barnaskúlanum eru einki serlig. Tá eg hevði gingið hálvt annað ár í realskúla í Hoydølum, bað eg pápa mín sleppa mær úr skúlanum. Gjørdist fríur fuglur, tá eg sum sekstan ára gamal fyrst arbeiddi í grótbrotinum við Oyggjarvegin í eitt ár og síðani fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Lærdi í fýra ár og arbeiddi sum sveinur í trý ár. Um kvøldarnar gekk eg á kvøldskúla og fekk mær 9. flokk prógvið. Ja, so var eg so heppin at sleppa inn á Læraraskúlan í tøkum tíma, tí hetta var seinastu ferð, at tú slapst á læraraskúla uttan studentprógv ella líknandi prógv. Hetta var í 1974. Tað tók tá fimm ár at læra til lærara, tí har var eitt fyrireikingarár. Mær dámdi væl á Læraraskúlanum, og tað gekst bara væl.

Rørslupartarnir í motorinum. Vit síggja millum annað høvuðsaksilin,knastaksilin og stempul. Handan tendringin verður ikki nýtt longur. Nú er tendringin elektronisk. Men alt annað er tað sama í motorunum í dag.

Í 1979 byrjaði eg sum lærari í Eysturskúlan, og longu fyrst á 1980 – árunum spurdi leiðslan meg, um tey kundu bjóða næmingum í framhaldsdeildini motorlæri. Í skúlanum var einki verkstað ella amboð, og teorimotorlæru tímdi eg ikki bara at bjóða næmingum. Leiðslan slóðaði fyri, at vit fingu bílagt gamlar motorar á “stativi” úr Danmark, sum kundu setast í gongd. Arbeiðsrúm var gjørt í fýrrúminum, men hetta var bar tað næstbesta, tí har var alt ov heitt. Seinni fingu vit frálík høli, sum vendi út ímóti Skúlagøtu.

Heilt stórur áhugi var fyri motorlærini í 9. og 10. flokki, og tað komu eisini næmingar úr Tórshavnar kommunuskúla. Eini fjøruti næmingar høvdu motorlæri eitt skifti. Bara dreingir valdu motorlæru, og hetta vóru mangan næmingar, sum ikki tímdu so væl tað bókliga. Tímarnir vóru bara tveir um vikuna, sum var alt ov lítið. Næmingarnir fingu nakað av teorifrálæru og so skrúvaðu vit á verkstaðnum. Onkuntíð sveisaðu vit eisini eitt sindur.

Teir føstu partarnir í motorinum. Millum annað blokkur, toppstykki, topppakningur og botnkar.

Næmingarnir vitjaðu eisini bilverkstøð í býnum, og onkuntíð fóru vit niður í maskinrúmið umborð á fiskiskipi. Eisini vitjaðu vit el-verkið á Sundi, og hetta var altíð serlig vitjan, tí motorarnir eru so stórir. Vit høvdu eisini gott samstarv við Tekniska skúla, og seinnu árini sluppu vit at brúka verkstaðið á bildeildini. Har sluppu næmingar at gera smáar umvælingar, sum tildømis at skrúva av toppstykki og stilla ventilar.

Nógvir næmingar fóru seinni í smiðjulæri og fleiri gjørdust maskinmeistarar. Næmingarnir vóru ógvuliga lættir at fáast við, tí teir høvdu valt motorlæru av áhuga. Komi júst at hugsa um drong í 9. flokki, sum eg eisini hevði í støddfrøði. Hann var heilt annar persónur hava í motorlæru enn í støddfrøði, tí hugurin til støddfrøði var einki at reypa av. Umframt motorlæru, so bjóðaði skúlin tá næmingum eisini sjómansskap og aðrar handaligar lærugreinar.

Akkumolatar, tendring og spoli. Tekning frá 1980, men “prinsippið” er tað sama, men nú er tendringarnar elektroniskar.

Sjálvandi skal fólkaskúlin eisini bjóða út handaligar lærugreinar, og hetta eigur vera lógarkrav. Fyri mítt viðkomandi hevði gamla leiðslan á skúlanum nógv størri áhuga í motorlæru enn nýggja leiðslan hevði. Tá eg so merkti, at man ikki fekk tær sømdir og stuðul, sum kravdist, so gavst eg at undirvísa í motorlæru. Nóg góð minni frá fantastiska tíð saman við fyrikomandi og fittum næmingum, sum eg hitti onkuntíð á gøtunum, har vit taka saman um gamlar dagar í Eysturskúlanum.

Vit fingu útvegað okkum danska lærubók í motorlæru, sum tey brúktu á frískúlum í Danmark. Bókin var frá 1980, og myndirnar omanfyri eru úr hesi bók. Sjálvandi eru motorarnir broyttir síðani 1980, men “prisippið” í fýrataktmotorinum er tað saman í dag. Nú eru teldur eisini komnar inn í myndina, og brennievnið er reinari, og tí slítast motorarnir ikki so nógv sum áður. Kann eisini nevna, at undirvíst var bæði í diesel – og beinsin motori. Eisini gjøgnumgingið vit tveytakt motorin, sum situr á millum annað prutlunum, og vit høvdu onkuntíð prutl inni á verkstaðnum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *