Umborð á Orminum skiftu teir bát og vunnu á fjarðastevnu

Ormurin vann tryggan róður á fjarðastevnu og vóru klárt á odda allan róðurin. (Mynd Hvannrók)

Fyrr í vikuni kom eg fram við gamla neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri á “Lágikai”, og har sá eg blátt 10-mannafar á bátavogni. Eg fór úr bilinum og yvirímóti 10-mannafarinum, og har stóð millum annað Svein Rógvi Nielsen, sum rør við Orminum, við stórum smíli. – Sært tú nakað serligt við hesum báti, segði Rógvi við meg, men eg sá einki undrunarvert uttan tað, at báturin var bláur, og at ein ár frá Klaksvíkingi var í bátinum. Báturin var tó illa hildin, áraskeytar og tollar slitnir, og báturin var skitin innan. So eg gav upp at gita, men síðani fekk eg søguna.

Seks av manningini umborð á Orminum róðu á sinni við Klaksvíkingi. (Mynd Hvannrók)

Manningin umborð á Orminum høvdu júst sett bátin í neystið, sum teir róðu við á ólavsøku í fjør og fyrstu stevnurnar í ár. Talan var um ein gamlan Eysturoying ein av fyrstu 10-mannaførunum, Sámal Hansen smíðaði. Haldi teir nevndu 1998. Eg fekk vita, at manningin umborð á Orminum var tung, og tá so Ormurin stingur djúpt, so taptu teir serliga endaspurtin ímóti ungu meira lættari rógvarunum umborð á Klaksvíkingi. Nú skuldi nýggjari Ormurin eisini róptur Kongurin úr neystinum og roynast, meðan gamli “Eysturoyingur” fór í neystið á Lágukai. Teir søgdu okkurt um nakrar uppmátingar, sum vóru gjørdar og søgdu, at báturin á vogninum fór at bera manningina betur.

Rádni úr Fuglafirði hevur ikki áður vunnið so tryggan róður á Sølmundi. (Mynd Hvannrók)

Hesa løtuna skemtaðust við eitt sindur, og eg segði teimum, at eg einki fór at skriva um bátaskiftið, men vunnu teir á fjarastevnuni, so var yvirskriftin klár. Og segði teimum júst yvirskiftina, sum er at lesa oman: Umborð á Orminum skiftu teir bát og vunnu á fjarðastevnu. Og tað var júst tað, teir gjørdu á fjarðastevnu. Til tess at vera vísur í, at teir skiftu bátin, tók eg mynd av Orminum/Konginum, sum stendur í neystinum á Lágukai. Eg havi verið niðri og hugt, og har stendur ikki Ormurin, sum teir fóru avstað við á vogninum. Góð róðrartelving, má sigast.

Síladeingir eru farnir um málið og hava vunnið tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Síladreingir vinna sín fyrsta FM-sigur nakrantið og eru ovurfegnir. (Mynd Hvannrók)

Annars vóru róðrarnir heilt serligir á fjarðastevnu, har veðrið og serliga undanvindurin gav nógvum manningum heilt stórar trupulleikar. Genturóðurin var bara eitt dømi, har Fivaldur leyp aftast og vann tryggan róður. Keðiligt at síggja 6-mannaførini við kvinnum, har Sølmundur aftur misti eina bátslongd í startinum og tapti so stórt fyri Rádna sum ongantíð áður. Meðan tær umborð á Rádni megnaðu heilt væl at rógva uppi á alduni, sýntist Sølmundur harafturímóti at hanga fastur í aldunum. Har var einki at gera.

Jallurin við kvinnum vann tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Kvinnurnar umborð á jallinum við steypinum. (Mynd Hvannrók)

Hetta sást eisini, tí dreingjabátarnir róðu. Vit sóu Fípuna Føgru missa heila bátslongd í fáum tøkum, meðan Sílið fór skreiðandi eftir aldunum inn eftir við góðum tøkum. Hetta sóu vit eisini, tá 6-mannaførini við monnum róðu, har Fortuna, Hvessingur og Sundabáturin vóru mest sum javnar. Men so steðgaði Hvessingur mest sum upp í eini aldu og misti heila bátslong í fáum tøkum. 8-mannafars róðurin var spennandi, har Argjabáturin sá út at fara at vinna, men mátti lúta fyri Tofta Regini í endaspurtinum.

Argjabáturin sá út at hava møguleikan at vinna, men Tofta Regin hevði betri endaspurt. (Mynd Hvannrók)

Uttan iva fara hesir garpar úr Suðuroy umborð á Suðuroyingin næsta ár. (Mynd Hvannrók)

Tær umborð á Jallinum sýntust eisini at duga best at brúka viðalduna, og tað sama gjørdi manningin umborð á Orminum, sum vann tryggan sigur. Teir løgdu hart út og hildu trygga leiðslu allan vegin. Nú eru fimm FM-róðrar avgreiddir, og vit hava havt undanvind meir og minni allar fimm stevnurnar. í dag sóu vit, hvussu týdingarmikið er at duga at rógva í viðaldu. Úrsltini tala fyri seg. Fara vit aftur til 10-mannaførini, so skal Róðrarsambandið geva loyvi, um felag kann skifta bát í róðrarárinum, og tað rokni eg sjálvandi við, at teir umborð á Orminum hava gjørt. (Vagnur)

Ingibjørg barnaróður við dreingjum fer fyrstur um málið og vinnur sín fimta sigur í ár. (Mynd Hvannrók)

Sarita hevur júst stýrt Ingibjørg við dreingjum til sigurs. (Mynd Hvannrók)

Ingibjørg barnaróður við gentum vinnur tryggan róður. (Mynd Hvannrók)

Ingibjørg við gentum vann bæði á fjarðastevnu og eisini meistaraheitið 2017. (Mynd Hvannrók)

Haldi meg ongantíð áður sæð so stóran mun á gentubátunum, sum í ár, har Firvaldur er í flokki fyri seg og við Drekanum klárt nummar tvey. (Mynd Hvannrók)

Firvaldur við gentum er einaráðandi í genturóðrinum. (Mynd Hvannrók)

Sundabáturin vann tryggjan róður, meðan Hvessingur mátti striða seg til annað plássið við Fortunu í hølinum. (Mynd Hvannrók)

Umborð á Sundabátinum var lagið gott. Teir startaðu ikki væl, men so løgdu til brots. (Mynd Hvannrók)

Jarnbardur við eldri kvinnum halda fram, har tær sleptu í fjør. (Mynd Hvannrók)

Ein fegin Rudi H. Heinesen umborð á Jarnbardi við steypi og heiðursmerkjum. Leygardagin róði hon við Jarnbardi, maðurin stýrti Knørri, dóttirin róði við Drekanum og sonurin róði við Ingibjørg. (Mynd Hvannrók)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *