
Eg føli á mær, at vit her fáa nýggjan vinnara í Hósvík. 8-mannaførini á myndini eru jøvn. (Mynd Hvannrók)
Eg minnist eina norðoyastevnu fyri nú nógvum árum síðani, at allir bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu, vunnu ikki á næstu stevnu. Tá róðu tey ungu ikki barnaróður. Men hetta fer tíverri ikki at henda í Hósvík, sjálvt um manningirnar hava havt FM-frí í tríggjar vikur. Vit, sum skriva um kappróður, ynskja altíð broytingar og tíma ikki at síggja somu manningar vinna stevnu um stevnu ella ár um ár. Ynski mítt er sjálvandi, at hvítu bátarnir í Álakeri standa seg væl, men so vóni eg eisini, at favorittarnar frammi í oddinum fáa skarpan gang. Og tað fáa teir eisini í Hósvík, har javnari verður millum fremstu bátarnar.
Fara vit fyrst til barnaróðurin, so skal spennast í árarnar til tess vinna fyrsta plássið frá gentunum og dreingjunum umborð á Ingibjørg. Manningarnar sýnast at vera væl fyri, og bert fáar manningar kunnu veruliga bjóða teimum av, tó eru dreingirnir umborð á Falki mentir nógv, síðani eg sá teir fyrstu ferð í ódnartøkunum í Havn. Vóni at Firvaldur við gentum fær meira kapping og serliga frá Drekanum, sum var góða bátslongd eftir Firvald á norðastevnu. Giti, at munurin gerst minni. Vit skulu eisini minnast til, at nú liggja fremstu bátarnir frá norðoyastevnu borð og borð, tí øðrvísi kapping.
Dreingirnir umborð á Fípuni Føgru rógva heilt væl og eru favorittar at endurvinna sigur frá norðoyastevnu. Í Hósvík eru allir bátar í sama bólki og eingin finala. Sílið var tvey og Junkarin fýra sekund frá Fípuni í Klaksvík, spennandi um hesin munur kann minka . Jallurin við kvinnum er aftur favorittur at vinna, tí Drekin var fýra sekund og Erla kongsdóttir fimm sekund frá Jallinum á norðoyastevnu. Tað kom óvart á meg, at Erla kongsdóttir ikki breyt meira frá sær á norðoyastevnu. Vóni, at munurin gerst minni millum fremstu bátarnar.
Hvessingur vinnur eisini í Hósvík, men spennandi at vita, um tær tríggjar vikurnar hava givið teimum umborð á Sundabátinum nakað, tí teir rógva heilt væl, men orkan bilaði á norðoyastevnu. So hava vit afturvendandi slagið millum 6-mannaførini við kvinnum Rádna og Sølmund. Tær umborð Sølmundi mistu nakað í miðróðrinum í Klaksvík, men eg havi ábendingina, at Rándi sleppur ikki so lætt í Hósvík. Vil siga, at Rádni er bara litil favorittur at vinna.
8-mannafarsróðurin var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu, har Argjabáturin, Tofta Regin og Árnfirðingur fóru mest sum javnir um málið. Hvussu hava manningarnar so vant hesar tríggjar vikurnar? Eg rokni heilt vist við, at júst her fáa vit ein nýggjan vinnara. Møguleikarnir eru tó fáir antin Tofta Regin ella Árnfirðingur. Ikki kom óvart á meg, at Klaksvíkingur vann á norðoyastevnu, men eg gjørdist ovfarin at síggja Drekan reyða rógva so væl, tí umborð er farin fram ávís útskifting.
Munurin millum 10-mannaførini gerst minni í Hósvík, og eg eri heilt vísur í, at raðfylgjan gerst ikki hin sama, sum á norðoyastevnu. Tó havi eg Klaksvíking á fyrsta plássi. Teir umborð á Havnarbátinum vóru alt annað enn nøgdir á norðoyastevnu, og hvussu við Orminum? Havi frætt, at nú sita báðir Hátúnbrøðurnir á toftubekki, so spennandi at síggja, um Ormurin við fleiri rógvarum umborð, sum róðu við Klaksvíkingi, kunnu gera nakað við ungu manningina umborð á Klaksvíkini. Eg ivist, men vit gleða okkum.
Og so vóni eg, at hasir tjúgu til tretivu minuttirnir, sum Róðrarsambandið hevur manningum at hita upp ikki leingir um avgreiðsluna av róðrunum. Tað gekk væl og eftir ánni á norðoyastevnu, og nú mugu vit ikki fara aftur til hesar longu steðgirnar, sum drepur hugin at fylgja við hjá bæði áskoðarum á landi og kring landið. (Vagnur)



