Seinastu ódnartøkini vóru sunnudagin í Vestmanna, og nú havi vit fingið nakrar ábendingar, hvussu fer at gangast leygardagin á norðoyastevnu. Tó eru ódnartøkini bara lítið grundlag at gita útfrá, tí fleiri manningar hava ikki róð ódnartøk. Niðanfyri giti eg eitt sindur, hvat vit kunnu roknað við á norðoyastevnu komandi. Men fyrst ein túr til Suðuroyar, tí har stendur hampuliga væl til serliga við yngru manningunum bæði á Tvøroyri og í Vági.
Seks manningar frá Vágs róðrarfelag eru við í summar, og gleðiligu tíðindini eru, at 8-mannfarið Tofta Regin rør í Klaksvík. Felagið hevur eisini eina gentu- og dreingjamanning og tvær barnamanningar eina gentu-og eina dreingjamanning. Síðani 6-mannafarið Smyril við kvinnum eldri. Á Tvøroyri eru gentumanningarnar Firvaldur og Hulda, Firvaldur við dreingjum og tríggjar barnmanningar.

Fimm áttamannafør í Vestmanna. Nærmast Argjabáturin, síðani Miðvingur, Árnfirðingur, Knørrur og Gullbrandur. Sum eg skilji á lagnum, eru Miðvingur og Gullbrandur ikki við leygardagin, men tað er Tofta Regin úr Vági. (Mynd Hvannrók)
Úr Vági verður sagt, at tey ætlaðu sær at vera við í ódnartøkunum, men tað gjørdist ov møtumikið at fara avstað við bátunum. Annars hava róðrarlíkindini í Vági verið alt annað enn góð, tí manningar hava ikki kunnað flotað bát vegna vánaligt veður. Um dagarnar flota tey nýtt 5-mannafar í Vági, sum Sámal Hansen hevur smíðað. Men nú til gitingarnar um fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu.

Mær er sagt, at teir umborð Gullbrandi hava bara verið tríggjar ferðir í bátinum. Teir koma uttan iva við á næstu FM-stevnu. (Mynd Hvannrók)
Leygardagin rógva fýra 10-mannafør: Ormurin, Drekin Reyði, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. Klaksvíkingur er fyrst og fremst mannaður við rógvarum, sum róðu við Nevinum Reyða í fjør. Eg sá teir rógva ódnartøk í Havn, og tað var ógvuliga positivit, tað eg sá. Vit skulu heilt vist rokna við Klaksvíkingi í summar. Ormurin er mannaður við yngri og eldri rógvarum, og umborð sita rógvarar, sum hava róð við Klaksvíking í nógv ár. Ein útskifting av nøkrum rógvarum er farin fram umborð á Drekanum Reyða, og umborð á Havnarbáturin sita fleiri rógvarar frá í fjør, tó nøkur nýggj ung andlit.

6-mannafør við kvinnum rógva ódnartøk i Vestmanna. Nærmast Fortuna, síðani Sølmundur og Páll Fangi. Føroyameistarin frá í fjør Rádni úr Fuglafirði hevur ikki róð ódnartøk í summar, men er sjálvandi við leygardagin. (Mynd Hvannrók)
Mítt boð er, at leygardagin verður dystur um fyrsta plássið millum Klaksvíking og Havnarbátin, meðan Drekin Reyði og Ormur koma seinni í summar at kappast um fyrsta plássið. Gleðilig tíðindi, at Tofta Regin úr Vági er við, so 8-mannførini vera uttan iva fýra leygardagin. Árnfirðingur, Argjabáturin, Tofta Regin og Knørrur. Eg fekk at vita úr Fuglafirði í gjár, at teir umborð á Gullbrandi hava bara verið tríggjar ferðir í bátinum, og tí ikki eru við leygardagin, eg haldi heldur ikki, at Miðvingur er við. Árnfirðingur og Argjabáturin eru míni boð um fyrsta plássið, men so er tað Tofta Regin úr Vági, sum er mannaður úr allari oynni. Spennandi at vita, hvat hann kann gera leygardagin. Uttan iva bjóðar hann av heilt har frammi í oddinum.

Nógvar dreingjamanningar fara at rógva á norðoyastevnu. Her rógva átta manningar ódnartøk í Vestmanna. Nærmast Jallurin, síðani Ingibjørg, Sílið, Fípan Fagra, Drekin, Pílur, Havfrúgvin og Tekla. (Mynd Hvannrók)
Í fjør kappaðust 6-mannførini Smyril úr Vági og Hvessingur úr Hvalvík/Streymnesi um fyrsta plássið. Tá Smyril ikki er við á norðoyastevnu, er mítt boð Hvessingur á fyrsta plássinum, men tað kunnu koma aðrir bátar, sum ikki hava verið við í ódnartøkunum millum annað Lómur av Argjum. Ja, so eru tað 6-mannførini við kvinnum, har Rádni úr Fuglafirði og Sølmundur úr Runavík kappaðust um fyrsta plássið í fjør, har Rádni vann allar róðrarnar. Báðir bátarinir hava somu manning sum í fjør, men tað kemur ikki óvart á meg, um tær umborð á Sølmundi eru betri fyri í ár og fara at geva Rádna skarpan gang. Vit bíða í spenningi.

Bara tvær barnamanningar við dreingjum róðu ódnartøk í Vestmanna, men leygardagin vera fleiri bátar. Her rógva Ingibjørg og Falkur í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
5-mannførini við dreingjum hava verið væl umboðað í ódnartøkunum, og tað rógva enn fleiri á norðoyastevnu. Tað koma í hvørfall tvær dreingjamanningar aftrat úr Suðuroy. Fípan Fagra úr Klaksvík og Sílið í Havn hava klárað seg best í ódnartøkunum, men vónleyst er at meta um henda bólkin, tí so nógvir bátar koma aftrat leygardagin. Men eg giti Fípuna Føgru at fara við fyrsta plássinum.
5-mannaførini við gentum er eisini tørfør at spáa um, men føroyameistarin frá í fjør Firvaldur var í serflokki í ódnartøkunum, og eg fái ikki rættilga eyguna á bát, sum kann taka Firvald í summar. Eg vænti mær nakað av gentunum umborð á Drekanum, sum ikki róðu ódnartøk, men nú fáa vit at síggja leygardagin. Mítt boð er, at Firvaldur vinnur genturóðruin.

5-mannafør við kvinnum í Vestmanna. Nærmast Drekin, síðani Jallurin og Teistin. Jallurin vann øll ódnartøkini uttan eitt, sum Drekin vann. Føroyameistarin í fjør var Erla kongsdóttir úr Fuglafirði, sum ikki hevur róð ódnartøk í ár. Erla kongsdóttir rør á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)
5-mannaførini við kvinnum eru ikki lætt at meta um, tí føroyameistarin frá í fjør Erla Kongsdóttir hevur ikki róð óndnartøk, men eg veit, at kvinnurnar hava vant nógv og hart og eru væl fyri. Men har er eisini serliga Jallurin, sum vann ódnartøkini. Drekin er væl við, og har er eisini Teistin. So má eg nevna, at Sílið er mannað við eldri royndum kvinnum, sum hava vunnið nógv. Men spurningurin er, um hesar kvinnur eru í nóg góðar venjing til tess at koma heilt fram í oddin. Spennandi at fylgja kvinnubátunum á norðoyastevnu. Eg havi Erlu kongsdóttir og Jallin sum besta boð um fyrsta plássið.
Vit vita ikki enn, hvussu nógvar barnamanningar koma til Klaksvíkar, men nýggja 5-mannafarið Ingibjørg vann óndartøkini bæði við gentum og dreingjum. Og tað skulu góðar manningar at taka Ingibjørg leygardagin. Nú fáa vit at síggja.
Tá alt er sagt omanfyri, so skulu vit minnast til, at støðan umborð á flestu bátum er broytt síðani í fjør, tí nakrar barnamanningar eru vorðnar ov gamlar, og tað sama dreingja – og gentumanningar. Og tildømis er Eysturoyingur og Smyril 6-mannafar við monnum ikki við, bátar, sum vunnu nógv í fjør. Altíð serligur spenningur um fyrstu FM-róðrarnar í norðoyastevnu. Vónandi byrja róðrarnir til tíðina, og at tað gongur væl at leggja bátarnar. (Vagnur)

