
Ì dag er ikki hugsingur um at fara við kappróðrarbáti úr støðni á Argjum og í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)
Nógv ár mugu vera síðani, at so fáir bátar eru á síggja í Nólsoyarfirði, sum higartil í summar. Orsøkin er ógvuliga einfald, tí róðrarlíkindini hava verið alt annað enn góð í fleiri vikur hjá róðrarfeløgunum í Havn og á Argjum. Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, tó við nøkrum glottum, og serliga smærru bátarnir hava havt trupulleikar at sleppa úr støðni á Argjum og Álakeri. Bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri hava tað lættari, tí bátarnir standa í pakkhúsi við Müllersbrúgv.
Bátur okkara stendur út á Argjum, har hann skal umvælast, og tí kann eg fylgja eitt sindur við, hvussu rógvarar búleikast á Argjum. Í morgun var 8-mannafarið Árnfirðingur og 6-mannafarið Lómur við monnum drignir upp á vogn, tí hugsingur var ikki um at sleppa úr støðni, tí hann er landsynningur og eystan í ættini við fitt av vindi, sum er av ringastu ættir í Nólsoyarfirði. Bátarnir vóru síðani koyrdir til Havnar, so lættari slepst í bátin. Líkindini eru í dag hampulig at venja innanfyri Molan.

Myndina frá norðoyastevnu í fjør fáa vit ikki at síggja um eina viku, tí Eysturoyingur er ikki við í summar. (Mynd Hvannrók)
Hóskvøldið hitti er manningina á Árnfirðingi á støðni á Argjum, og eg spurdi teir, hvussu nógv 8-mannafør eru við í summar. Teir vístu um trý 8-mannafør Argjabátin, Knørr og Árnfirðing. Miðvingur og Kvívíkingur vóru mannaðir fyrr í ár, men eru uttan iva ikki við, tí ikki eydnaðist at halda uppá manningina, tí menn vóru skaddir, og onkur bar seg undan at rógva.
Tá talan eru um 10-mannaførini, so veit eg um fýra bátar, sum møta upp í Klaksvík 27. mai, tað vil siga næsta leygardag. Bátarnir eru Klaksvíkingur, Ormurin, Drekin reyði og Havnarbáturin. Ódnartøkini siga okkum ikki nógv, hvussu nógvir bátar rógva á norðoyastevnu, og heldur ikki tilmeldigin hjá Róðrarsambandinum. Ein róðrarleiðari í Vágum segði mær einaferð, at veðrið í mars og apríl mánað gjørdu av, hvussu nógvar barnamanningar rógva í Klaksvík. Tí torført er at fara í bátin við barnamanningum, tá veðrið er so ivasamt.
Vit bíða við spenningi til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík, men fyrsta skulu seinastu ódnartøkini rógvast í Vestmanna. Altíð áhugavert at síggja, hvussu nógvar manningar fara at rógva í summar. (Vagnur)