Úr myndasavninum – Avhaldsfólk í ólavsøkuskrúðgongu

Fráhaldsfeløg ganga skrúðgongu á ólavsøku 1939.

Tá eg blaðaði í áhugaverdu bókini “Losjan støt viljen 100 ár”, steðgaði eg við skrúðgongumynd, sum ikki líktist vanligu ólavsøkuskrúðgongunum. Las tekstin til báðar myndirnar, sum søgdu frá tilaki í 1939, tá fráhaldsfeløgini í Føroyum skipaðu fyri skrúðgongu á ólavsøku.

Uppskotið frá 1936 átti Petur F. Rasmussen, sum helt, at ein slík skrúðgonga skuldi skipast við øllum fráhaldsfeløgunum í landinum, og at tey skuldi hava so nógv fløgg og bannarar við sum gjørligt fyri rættiliga at gera vart við seg mitt í øllum drekkarínum, sum var á ólavsøku.

Nógv fólk samankomin á Vaglinum henda dagin. 

Harumframt ráddi um at finna nakrar frálíkar røðarar, sum kundu halda røður eftir skrúðgonguna. Hvørki 1937 ella 1938 var nøkur skrúðgonga, men í 1939 tók Harry Rubeksen spurningin upp aftur, og hann skeyt upp at hava skrúðgonguna ólavsøkumorgun. Hetta var tó ikki so, tí seinni var skrúðgongan løgd dagin fyri ólavsøku.

Burtursæð frá, at Blái krossur var við í skrúðgonguni, er ikki nógv at frætta um hana, men hetta var so tann fyrsta av fleiri, sum vóru komandi árini, stendur at lesa í bókini. Løgið at hugsa sær, at einaferð vóru tjúgu losjur í Føroyum. Ja, ein tildømis í Haldarsvík og ein á Eiði. Nú hoyrist ikki nógv til losjuvirksemið kring landið, men rúsevnistrupulleikarnir er teir somu, sum tá fráhaldsfeløgini skipaðu fyri skrúðgongu á ólavsøku.

Rúsan kom í 1992, og skeinkiloyvi eru útflýggjað um alt landið, so tíðirnar broytast. Bókin “Losjan støt vijen 100 ár” er dýrgripur, sum ikki bara sigur frá virkseminum hjá Losjuni, men eisini um søgan um rúsdrekka seinastu meira enn hundrað árini. Erling Isholm skrivaði bókina. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *