
Læraraprógv 1966: Aftast f.v. Suni Svabo Samuelsen, Miðvági, Heini Davidsen, Tórshavn, Jóannes Fonsdal, Vestmanna, Harald Hammer, Trongisvági, Atli Hansen, Fuglafirði og Hans Eli Hansen, Klaksvík. Miðraðið f.v: Bjarni Niclasen, lærari, Ludvig Petersen, lærari, Kaj Aage Troest, Tórshavn, Poul Nolsøe, Tórshavn, Pauli Nielsen, Sandavági, Svend Petersen, Fuglafirði, Símun Mikael Poulsen, Árnafirði, Ragnar Johansen, Vági, Thomas Nygaard, lærari og Sofus Joensen, lærari. Fremst f.v. Martin Holm, lærari, Niels Brimnes, Vestmanna, Karl N. Hansen, Leirvík, Bjarni Jacobsen, Klaksvík, Margretha Zacharirassen (Næss), Vestmanna/Tórshavn, Oddur Petersen, Sørvági, Rúni Øregaard, Gøtu og Osmund Joensen, Sandavági. (Mynd: Lützens foto)
Tá eg í gjár hoyrdi og sá í fjølmiðlunum, at grannakonan Margretha Næss hevði fingið kærleiksúluna frá Dugna fyri hennara stóra undangonguarbeiði at fáa føroyskan skaldskap inn á ljóðbøkur, kom eg at hugsa um sjaldsama mynd av lærarum, sum í 1966 fingu prógv á Føroya læraraskúla. Margretha er einasta kvinna á myndini, og fyri 1966 og árini eftir 1966 vóru nógv fleiri menn enn kvinnur, sum lærdu til lærara. Nú vit skriva 2016 er vent í holuni, tí kvinnuligu lærararnir eru meiriluta í fólkaskúlunum.
Hugdi av forvitni í bókina Føroyskir fólkaskúlalærarar til tess at fáa at vita meira um Margrethu Næss, enn eg veit frammanundan. Hon er fødd í Vestmanna 13. januar 1941 og dóttir Tummas Svenn Zachariassen úr Vestmanna og Astrid f. Berg úr Hvalba. Var gift Olivuri Næss úr Havn. Margretha tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1966 og hevur verið lærari í Hoyvík og á Hvítanesi 1966-1978 og í Tórshavnar Kommunuskúla frá 1978 til hon fór frá fyri aldur.
Vit kenna eisini Margrethu sum forkvinnu í Meginfelagið teirra brekaðu í Føroyum, sum tað æt tá, árini 1985-93, og var hon forkvinna í Havnar Sjónleikarfelag árini 1993 til 1996. Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur hon eisini lagt til rættis lesi- og skrivibøkur til miðdeildina: Dýr og dorg 1995 og Prikkut vár 1998.
Í sambandi við myndina omanfyri kann eg nevna, at tá eg fekk starv á Eysturskúlanum í 1979, arbeiddu átta kvinnur og fjøruti menn á Skúlanum. Tá eg gavst sum lærari vóru kvinnurnar í stórum meiriluta. Í føroyska fólkaskúlanum arbeiða í dag umleið 720 lærarar, og av teimum eru 60% kvinnur, og hetta %-talið fer at vaksa enn meiri næstu árini. (Vagnur)