Úr myndasavninum – Húsini hjá Jacobi Lützen fylla í ár 110 ár

Húsini, sum Jacob Lützen læt byggja eru 110 ára gomul. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Húsini, sum Jacob Lützen læt byggja eru 110 ára gomul. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Hyggur tú at gomlum myndum í Havn, so var hugflogið ikki stórt hjá býarpolitikarum, tá talan var um at varðveita gamla bygningar. Hesi vøkru húsini vóru slættað við jørðina og ljótir betongbygningar bygdir á staðnum. Tó so, nakrir vakrir bygningar standa enn í miðbýnum, og ein av teimum eru handilshúsini hjá Jacobi Lützen, sum hann læt byggja í 1906. Søgan um stóru Lützen familjuna í Føroyum er áhugaverd.

Jacob Lützen (1845-1920)

Jacob Lützen (1845-1920)

Tað var danin Andreas Christian Lützen, sum 5. mai 1838 kom við Lützen navninum til Føroya. Sum 24 ára gamal og ógiftur kom hann til Havnar at verða einalærari við almúguskúlan. Hann var úr suðurjútlandi borin í heim tætt við, har týska markið nú er og nær vesturstrondini. Pápi hansara var av týskari og frísiskari ætt, so Lützen navnið stavar úr Týsklandi. Fyrsta árið hjá unga læraranum var stívliga runnið, tá hann giftist havnarkonuni Evu Jacobsdatter úr Baiansstovu.

Eva var eitt dugandi fólk og røsk sum fá til alt arbeiði. Tá einahandilin var avtikin 1856, var A.C. Lützen ein av teimum fyrstu, sum fekk sær handilsloyvi. Andreas og Eva áttu átta børn, og ein av teimum var Jacob Lützen, sum hevði arvað handilsevnini frá pápanum. Sum ungur fer Jacob í læru í einum av stórhandlunum í Havn, og sum 31 ára gamal gerst hann stjóri í handlinum í Fútastovu. Í 1906 byrjar hann fyri seg sjálvan og byggir sær tá stóru húsini, sum vit síggja á myndini omanfyri. Jacob var pápi Valdemar Lützen, sum vit kenna frá handlinum í Vágsbotni og á Skálatrøð.

Onkur spyr kanska, um Lützen fólkini í Klaksvík eisini eru í ætt við Lützen fólkini í Havn. Jú, tað eru tey. Nickels ein beiggi Jacob fór sum fimtan ára gamal til Klaksvíkar at arbeiða hjá fyritøkuni Jørgen Beck & Sønner. 1910 keypti Nickels saman við versyninum hesa fyritøku. Nickels fór sum sagt til Klaksvíkar sum fimtan ára gamal. Hann giftist har og flutti ongantíð aftur til Havnar.

Tá Jacob Lützen legði frá sær, fekk sonurin Herluf handilin á Áarvegnum, meðan sonurin Valdemar fekk fabrikkina úti í Rættará, sum faðirin hevði keypt, Høvuðsvirksemið hjá Valdemar var søla av koli og oljuúrdráttum og vissan mun byggitilfar. Tað eru eftirkomararnir hjá Valdemari, sum nú reka virksemið hjá familjuni á Skálatrøð. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *