Frálíkt, at KÍ eftir seytjan ára steypaturk vinnur Løgmanssteypið

kjkjkj

Poulina Slættanes legði hesa nú søguligu mynd á Facobook. Frálík mynd.

Nú haldi eg hvørki við KÍ ella Víkingi, men sum eldri ítróttaskrivari dámdi okkum altíð, at broytingar vóru í ymsu kappingunum. Keðiligt og lítið áhugavert, um somu lið ella rættari sagt somu støð kring landið sótu á trónuni. Og soleiðis er eisini í kappingini um Løgmanssteypið. Nú skrivi eg mest sum einki um fótbólti, tí fótbólturin er so væl umboðaður í fjølmiðlunum. Ikki síggi eg nógvan fótbólt, men fylgi tó væl við. Millum fólk í Havn søgdu næstan øll, eg tosaði við um finaluna, at tey vónaðu, at KÍ vann steypafinaluna. Orsøkin er uttan iva, at nú hildu fólk, at Víkíngur hevur vunnið fimm finalur seinastu árini og ynskja  broytingar.

Hyggja vit eitt sindur í hagtølini, so skulu vit heilt aftur til 1999, at KÍ vinnur steypakappingina. Talan er jú um seytjan ár. Í 1999 vann KÍ 3-1 á B36. Hesi seytjan árini var KÍ tvær ferðir aftrat í steypafinaluni, og tað var í 2001, tá KÍ tapti 0-1 fyri B36, og so aftur í 2006, tá KÍ tapti 1-2 fyri B36. Fara vit til FM-heitið, so hevur KÍ ikki vunnið meistaraheitið síðani 1999. Seks landskappingardystir eru eftir at spæla í núverandi kapping, og KÍ er fýra stig undan Víkingi, og KÍ hevur betri málmun.

Nú eri eg komin so mikið upp í árini, at eg minnist, tá Eysturoyggin var eitt U-land, tá talan var um fótbólt í bestu deildini. Tildømis vóru í 1962 bara fýra lið í bestu deildini. HB, B36, KÍ og TB. Liðini spældu tveir dystir hvør ímóti øðrum, tað vil siga seks landskappiginardystir á sumrinum. Nú spæla liðini 27 dystir. Minnist eisini árið 1979, tá ÍF vinnur meistaraheitið, og í 1976 og 1977 vinnur TB heitið eftir FM-turk í 25 ár. B71 vinnur meistaraheitið í 1989, sum var eitt satt bragd.

Eisini stuttligt, tá VB vinnur meistaraheitið í 2000, og ikki at gloyma B36 í 1997, sum vinnur meistaraheitið eftir at hava bíðað í 35 ár. Alt hetta ger føroyskan fótbólt stuttligan og áhugaverdan. Vit hava mangan hoyrt, at EFFO deildin skal minkast niður í átta ella kanska seks lið. Tað má ikki henda, tí føroyskur fótbóltur trívist best, tá hann verður spældur á høgum støði so nógvastaðni kring landið sum gjørligt.

Vit búgva við Hoydalsvegin sunnunfyri Plantajuna, og tað var tann tíð, tá klaksvíkingar komu mannsterkir til Havnar við Teistanum ella Smyrli at hyggja at fótbólti. Stuttligt at sita í køksvindeyganum og síggja KÍ streymin fara fram við hjá okkum og niðan í Gundadal. Men nú eru nógv ár síðani, serliga vegna steypa – og meistaraturk men eisini, tí undirsjóvartunnilin er komin. Í gjárkvøldið fylgdi eg fegnum KÍ-arum fara fram við hjá okkum ávegis til Smyril. Hjartaliga tillukku við Løgmanssteypinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *