1 februar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Sanatoriið var niðurlagt, og sjúklingarnir fluttir oman í nýggju tuberkladeildina í J.C. Svabosgøtu. Átta sjúklingar vóru innlagdir fyrsta dagin. Barakkin var ongantíð ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, tí 19. juni 1962 var grundarsteinur undir Landssjúkrahúsið lagdur, og tá Landssjúkrahúsið var liðugt bygd, skuldu tuberklasjúklingarnir flytast í nýggja sjúkrahúsið. Tá skuldi henda ljóta dapra, svarta barakkin takast niður, men nú eru 54 ár liðini síðan 1962, og barakkin stendur har enn.

Sanatoriið í Hoydølum var bygd í 1907, og 12. juni 1908 kom fyrsti tuberklasjúklingurin í Hoydalar. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá eg fyri nøkrum árum síðani var á vitjan á Landssjúkrahúsinum, sá eg vakran bókling við góðum myndum, sum segði frá bygningum og virkseminum á Landssjúkrahúsinum. Men ljóta svarta barakkin var ikki at finna í bóklinginum. Uttan iva, tí hetta var ikki bygningur at vísa fólki. Fyri kanska tíggju árum síðani stóð at lesa onkrastaðni, at innan trý ár skuldi svarta barakkin takast niður, men hon stendur har enn.
Henda fyribilsloysnin frá 1962 skuldi fyri nógvum árum verið tikin niður, tí hon misprýðir økið har á leiðini. Og barakkin minnir okkum eisini á týningarlegurnar í Týsklandi og Pólandi undir seinna heimsbardaga. Niðan fyri Landssjúkrahúsið oman ímóti sjóvarmálanum grava tey í løtuni út fyri nýggjum sálarmiðdepli, sum veruliga treingir til. Ótíðarhóskandi bygningarnir oman fyri vegin eru frá 1970-árunum, og summi av hølunum minna meg um myndir sæddar av fangahúsum á Balkan. Alt er betong bæði veggir loft og gólv. Lítil hugni, má eg siga.
Á sumri næsta ár endar eitt 54 ára langt tíðarskeið í Hoydølum, tí tá flyta miðnámsnæmingarnir úr Hoydølum út í Marknagil. Hasin betongbygningurin í Hoydølum er einki prýði í annars vakar økinum. Áhugavert at fylgja við, hvør so skal húsast í Hoydølum. (Vagnur)
