Útbygda havnarlagið í Havn er bara næstbesta loysnin

kjkj

Økið við Skansan fær tíbetur frið, og sjóvarmálin Yvir við Strond fær eisini frið.

Tá eg um dagarnar sá myndina av útbygda havnarlagnum í Havn, so haldi eg, at hetta er besta loysnin í løtuni men í framtíðarhøpi bara næstbesta loysnin. Vit verja tíbetur Skansan og sjóvarmálan Yvir við Strond, men nýggja havnarlagið gerst ongantið nakað prýði fyri Havnina og tess innsigling. Bingjur eru órudd og alt annað enn vakurt. Í kjakinum um havnarlagið eru nógvu ferðamannaskipini nevnd, men tey eru ikki teknað á myndina.

Úr kamarsvindeyganum hjá okkum hava vit gott útsýnið suður í Nólsoyarfjørð og síggja øll farmaskipini og ferðaskipini, sum koma á Havnina. Bingjuskipini gera skjótt av og liggja heilt fáar tímar við bryggja, so fara tey aftur suður ella norður gjøgnum fjørðin. Tá vit hugsa um bryggjukantar, so eru føroysku fiskiskipini vorðin størri og nógv færri seinastu kanska tjúgu árini. Mangan liggur einki skip við bryggju uttan okkurt ferðamannaskip ella skip, sum eru til umvælingar hjá skipasmiðjuni.

Hyggja vit enn einaferð eftir myndini omanfyri, so er ikki góð frákoyring frá útbygda havnarlagnum. Allur flutningur tað veri seg trailarar og onnur akfør mugu fara Yvir við Strond. Tí er útbygda havnarlagið bara næstbesta loysnini. Høvuðsstaðurin átti at bygt eina góðshavn uppi á Sandvíkarhjalla ella inni í Sundi, tí har er laga manni við flutningi í allar ættir. Og serliga tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Men so langt hugsa politikarar ikki Havn.

Tá politikarar í Tórshavnar kommunu siga, at vit tosa um sjey hundrað arbeiðspláss, sum kommunan kann missa, um havnarlagið ikki verður útbygt, so er hetta tað reina møsn, má eg siga. Kundi hugsað mær at fingið vitað, hvørji hesi arbeiðspláss eru. Strandfaraskipini, Norrøna, ferðamannaskip og onnur skip koma altíð á Havnini, um havnarlagið verður víðkað ella ikki. Politikarar sleppa alt ov lætt at sleinkja slík tøl fyri borgaran, tí einki hald er í hesum tølum.

Nú havi eg stóran áhuga í kappróðri, og útbygda havnarlagið kemur at betra um venjingarumstøðurnar hjá kappróðrinum og serliga, tá hann er eystan ella høgur í ættini. Ja, kanska fær Argja róðrarfelag nú høvi at bjóða til kappróður fram við Argjalandi. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *