
Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar á toftubekki stýriborð rør í búna hjá Klaksvíkingi. Svein Rógvi við stórum smíli ávegis út undir Argjaland ólavsøkuaftan. (Mynd Vagnur)
Nú veit eg ikki, um nakar annar enn eg hevur lagt til merkis nakað umborð á Orminum á ólavsøku, sum er heilt serligt í føroyskari rógving. Hyggur tú at myndini omanfyri, sum eg tók ólavsøkuaftan, so hevur Svein Rógvi tikið árina umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hyggur tú fyrst at myndini omanfyri og síðani á myndini niðanfyri, so rør Hjálmar á toftubekki stýriborð í búnanum hjá Klaksvíkingi, sum er reyður og hvítur, meðan hinir umborð í Orminum rógva í vanliga bláa litinum. So er spurningurin, hvat vit kunnu leggja í alt hetta. Eg havi mína tankar um árina hjá Svein Rógva og búnan hjá Hjálmi, sum er heilt óvanligt í føroyskum ítrótti.
Fer tildømis fótbóltspælari úr KÍ í Klaksvík til Havnar at spæla við HB ella B36, so letur hann seg ikki í KÍ búnan fyrsta landskappingardyst. Hetta er nú ikki loyvi. Eg havi kent Svein Rógva, síðan hann var smádrongur í Havn. Bæði foreldrini eru úr Havn, sum eg eisini kenni væl. Nú kenni eg ikki Hjálmar, men havi einar tvær ferðir tó prátað við henda róliga og fyrikomandi mannin um kappróður.
Felags fyri Svein Rógva og Hjálmar er, at teir hava vunnið mangan kappróður og eru tveir av kendu monnunum umborð á Klaksvíkingi. Og serliga Svein Rógva dámar væl at boða Føroya fólki frá sigrunum á Facebook í einum meira skemtiligum og vinarligum høpi. Hann dugir eisini heilt væl at sleppa framat Norðlýsinum, bara okkurt rørdi seg umborð á Klaksvíkingi á sinni. Nógvar vælvandar yvirkroppar hava vit eisini sæð í fjølmiðlunum.

Her síggja vit eisini reyð/hvítu árina hjá Svein Rógva og reyð/hvita búnan hjá Hjálmari. (Mynd Hvannrók)
Tá eg hoyrdi, at Svein Rógvi og Heini Hátún vandu 10-mannafarið Ormin, so visti eg, at okkurt áhugavert fór at henda. Og so var. Menn vóru skiftir út umborð, tá ikki gekst nóg væl, og umborð komu tríggir góðir royndir rógvarar. Svein Rógvi og Hjálmar vóru tveir av hesum. Skrivaði í grein, at Ormurin fór við hesum at koma longur fram í feltið, men at vinna á tildømis Eysturoying, roknaði eg ikki við. Men her fór eg skeivur.
Mær er sagt, at tá Svein Rógvi gjørdist venjari hjá Orminum, segði hann klárt og tíðuliga. – Vit venja í Kollafirði og ikki í Havn. Eingin av teimum ungu toyrdu at mukka, verður sagt. Síðani tekur Svein Rógvi árini, sum hann róði við umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hvør skal siga: – Fylgja tit hesi árini, sum hevur vunnið so nógv, kemur heilt vist nakað gott at spyrjast burturúr. Nú veit eg ikki, um Svein Rógvi hvørt venjingarkvøld tók reyð/hvítu árina við sær til Klaksvíkar at goyma undir songini, men tað rokni eg ikki við.
Haldi, at tað er djarvt at Hjálmari Hátún at fara í reyða/hvíta búnan, sum hoyrir til Klaksvíking og umborð á Ormin. Rokni við, at her vil hann vísa ungu monnunum umborð á Orminum, at fylgja tit mær, sum vit gjørdu umborð á Klaksvíkingi, so kunnu vit vinna. Og Ormurin vann fyrst í Vestmanna og síðani á ólavsøku við reyð/hvítari ár heimhoyrandi umborð Klaksvíkingi og við manni á toftubekki í reyð/hvítum búna, hann brúkti umborð á Klaksvíkingi. Sálarliga átakið hjá teimum báðum bar frukt, tí Ormurin vann og hálaði hinar umborð upp á tindin. Guð viti, hvar slíkt stendur skrivað í sálarbókunum. Eg má bara bukka og siga, at tit báðir eru óførir.
Ja, so er spurningurin, hvar henda reyð/hvíta árin og reyð/hvíti búnin heldur til róðrarárið 2017. Livst so spyrt. (Vagnur)