
Fantastiskt at síggja jøvnu 10-mannaførini í summar. (Myndir Vagnur)
Hetta eru so tær seinastu myndirnar, eg tók frá “Ískaini” ólavsøkuaftan. Stór uppliving at síggja nógvu bátarnar og fleiri heilt spennandi róðrar. Bátatalið var stórt í summar og serliga í yngru árgangunum. Vónandi verður eins nógvar manningar róðrarárið 2017. (Vagnur)

Tvey hundrað metrar frá málinum er Havnarbáturin fremstur, men Ormurin átti seinasta krútið í byrsuni og vann.

Í hesi løtu er tað bara Eysturoyingur, sum ikki megna at hanga í .

Sum 10-mannaførini hava verið jøvn í summar.

Erla kongsdóttir við kvinnum nærmast vann ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. Fípan fagra og Teistin bjóða av.

Her síggja vit Drekan og Teklu við kvinnum.

Fípan fagra var stinnasti dreingjabáturin í summar. Stór kapping um næstu plássini.

Stórur aldursmunur í dreingjaróðrinum, tí er munurin eisini stórur fram til fremstu bátarnar.

Dreingjaróðurin er altíð áhugaverdur.

Hetta eru aftastu dreingjabátarnir sum heilt vist koma longur fram næsta ár.

6-mannaførini við kvinnum Rádni og Sølmundur.

6-mannaførini við kvinnum Páll Fangi, Fortuna, Jarnbardur og Skúgvur.

Hvessingur vann tryggan sigur á ólavsøku. Smyril fann ikki rættiliga stevið og síðani Lómur.

Her síggja vit 6-mannaførini nærmast Tvørabátin, síðani Fortunu og nærmast landi Riddaran og Gongurólv.

Firvaldur av Tvøroyri vann allar róðrarnar í summar.

Stórur kapping var um næstu plássini í genturóðrinum

Aldurmur er stórur millum gentubátarnar.

Nevið reyða hevði frílíkt róðrarár í summar, og nú verður spennandi, hvønn bát hesir menn manna næsta róðrarár.

Her síggja við nærmast Knørr og síðani Argjabátin.
Viðmerkingar
viðmerkingar