Myndina omanfyri tók eg á “Ískaini” í 2003. Hetta var árið, tá vit byrjaðu heimasíðuna Drekin.fo. Vit vóru væl mannaðir. Gunnar sat í málbilinum og sendi út úrslit til fjølmiðlarnar, Christopher tók myndir á hvørjari stevnu, og eg skrivaði og savnaði alt tilfarið. Tó tók eg eisini nakrar myndir á ólavsøku. Magni, sum róði sjálvur, savnaði gomul hagtøl og arbeiddi eisini við heimasíðuni. Hetta var spennandi og stuttlig tíð at minnast aftur á. Eg liggi inni við kanska fleiri enn 30.000 róðrarmyndum frá hesi tíðini, sum nógvar liggja á Drekin.fo men eisini aðrar myndir. Í 2003 sóu vit á ólavsøku heili tólv 6-mannafør við monnum. Sum tit síggja á myndina, var sum í grind, at tá tey tólv 6-mannaførini fóru fram við “Ískaini”. Støðan í løtuni er, at barnamanningarnar og annars ungdómsmanningarnar eru øktar í tali, men tildømis 6-mannaførini við monnum, sum var størsti bólkur í 2003, eru fækkað nógv. Myndin er tikin við mínum gamla myndatóli, og litirnir á myndini eru betri, enn á teimum nýggju digitalu myndatólunum. Meira djúpd er í litunum á gamla myndatólinum, sum ikki var digitalt. (Vagnur)
