Eysturoyingur er “favorittur” á fjarðastevnu í Vestmanna

Drekin reyði og Havnarbáturin venja á Havnarvág týskvøldið. (Mynd Vagnur)

Drekin reyði og Havnarbáturin venja á Havnarvág týskvøldið. (Mynd Vagnur)

Nú telja vit fyrst niður til fjarðastevnuna í Vestmanna leygardagin, og so gleða vit okkum til ólavsøkuróðrarnar. Sjálvt um Drekin reyði vann á vestanstevnu í Sørvági, so má Eysturoyingur metast sum favorittur í Vestmanna, tí úrslitini frá undanfarnum róðrum boða frá hesum. Eg var úti á Argjum týskvøldið, og tá var lagið gott á monnum umborð á Drekanum reyði, sum júst flotaðu bátin til venjingar. Leygardagin fáa vit eisini at vita, um 6-mannafarið Hvessingur kann endurvinna sigurin frá vestanstevnu, og tað sama 5-mannafarið Teisin við kvinnum og Tjaldrið við dreingjum. Vit fáa heilt vist aftur onkran nýggjan vinnara ella báðar tveir á fjarðastevnu leygardagin.

Lagið var gott mánakvøldið úti í støðni á Argjum. (Mynd Vagnur)

Lagið var gott mánakvøldið úti í støðni á Argjum. (Mynd Vagnur)

10-mannaførini eru so óvanliga jøvn, at alt kann henda í Vestmanna. At hugsa sær, at Drekin reyði gjørdist nummar fýra á jóansøku, og var meira enn eina bátslongd eftir Eysturoying og fyri síðani at vinna í Sørvági. Í Sørvági upplivdu vit, at Eystoyingur ikki megnaði at svara aftur, tá Drekin reyði dró frá í endaspurtinum. Hetta skrivaði eg mær aftanfyri oyrini. Ormurin og Havnarbáturin fóru javnir um málið eitt sindur aftanfyri, men tað er ikki meira enn stórt sekund millum bátarnar, og tað er einki. Mín favorittur á fjarðastevnu í Vestmanna er Eysturoyingur.

Við HR brillum legði eg eisini til merkis, at Havnarbáturin kom við øgiligum endaspurti, meðan Ormurin ikki megnað at hanga í Drekanum reyði, sum hann gjørdi í Eysturoyingi á jóansøku. Drekin reyði vann í Sørvági, og Havnarbáturin hevur vunnið tvær ferðir á Drekanum reyða í summar. Sig so tað. So er tað Ormurin, sum kom sum eitt ódnarveður á jóansøku, og eg mest sum roknaði við, at Ormurin fór at taka Eysturoying í Sørvági. Men óvæntaða úrslitið fór Drekin reyði við, og spenningur og gitingar komu aftur í 10-mannafarsróðurin. Frálíkt. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *