Veðrið er gott í Sørvági, og alt talar fyri spennandi róðrum

Sørvágur er frálíkt róðrarøki eisini til longu teinarnar. (Mynd Vagnur)

Sørvágur er frálíkt róðrarøki eisini til longu teinarnar. (Mynd Vagnur)

Klokkan er tíggju leygarmorgun, og nógv er á skránni í dag. Ein sonur skal giftast klokkan 14.00, veitsla í kvøld klokkan 18.30, men so er eisini kappróður í Sørvági. Báðar myndirnar tók eg í 2007, tá eg skrivaði grein um kappróðurin í Sørvági, sum hevði torført at fóta sær, sjálvt um kappróður í Sørvági hevur djúpar røtur. Tað er flogbóltur, sum í ítrótti setur Sørvág á Føroyakortið ikki kappróður. Afturvendandi spurningurin er, tá illa gongst í hond, um rætt er, at hava so nógv róðrarøki í Føroyum. Jú, tað er rætt, haldi eg, men so mugu “hørð” krøv setast til fyrireikingina.

Myndina tók eg í 2007. (Mynd Vagnur)

Myndina tók eg í 2007. (Mynd Vagnur)

Politikkurin hjá Róðrarsambandinum hevur altíð verið, at FM-róðrarnir skulu spaðast út á so nógv pláss í Føroyum sum einaferð møguligt. Og hetta er góður politikkur. Tí skiftast tildømis Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur um vestanstevnuróðurin, og at vit fyri ikki so nógvum árum síðani fingu sjeynda FM-róðurin. Sørvágurin er gott róðrarøkið, men minnini frá nøkrum árum síðani í Sørvági spøkja aftur. Tað fer ikki at henda í dag, tí veðrið er gott, og fólk bæði í Róðrarsambandinum og í Sørvági hava lært av hendingini. Tá var eisini av ringastu róðrarlíkindum, og róðrarnir skuldu verið avlýstir henda dagin.

Ikki fái eg hugt at øllum róðrunum í dag beinleiðis, men spentur sjálvandi. Tá eg skrivaði og gitti í vikuni, at Ormurin fór at taka Eysturoying í Sørvági, vóru menn á Eysturoyingi og Orminum skjótir at svara aftur á in.fo, at Eysturoyingur ætlaði sær at vinna allar róðrarnar í summar, og at Ormurin fór at vinna í hvørfall ein róður. Alt hetta ger kappróður spennandi. Eri spentur at fáa at vita, hvør dreingjabáturin vinnur í Sørvági, tí bátarnir eru javnir. 10-mannaførini eru altíð spennandi, og so havi eg áhuga í barnaróðrinum, har vit uttan iva fáa nýggjan vinnara. Í øllum hinum róðrunum vænti eg ikki tær stóru broytingarnar. Góða vestanstevnu og góðar róðrar øll somul. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *