Nú havi eg ikki tann stóra áhuga í danska kongshúsinum, men havi heldur áhuga, hvussu danskir fjølmiðlar fara við prins Henrik, sum ikki sleppur at gerast gamal. Drotningin, sum júst var í Føroyum, er fyrikomandi, íðin og vøkur kona. Hevur ongantíð sett ein fót víð síðuna av, sum danskir fjølmiðlarnir kunnu válka sær í. Í 1967 var hon vígd franska Hendriki prinsi, sum sjálvur gav sær navnið Prinsgemalurin. Maðurin fylti 82 ár 10. juni og vil sleppa frá kongaligum skyldum.
Tá eg keypi krossorðagátur mánadag, hyggi eg altíð eftir forsíðunum slatrubløðunum “Se og Hør, Billed bladet og Her og nu”. Og tað grettir ikki, at onkur søga er úr kongshúsinum. Seinast, at nú er Prinsgemalurin komin til Danmarkar í summarfrí eftir rúma tíð á vínslottinum í Frankaríki. Maðurin hevur alment boðað frá, at hann ikki longur tímur at ganga í kjalavørrinum á drotningini kring landið og eisini í Føroyum. Maðurin er jú 82 ára gamal og farin frá við eftirløn, og sjálvandi má hann fáa loyvi at taka sær av løttum seinastu árini á lívsleiðini. Men tað góðtaka summir danskir fjølmiðlar ikki.
Fólk fáa eisini ilt í bakendan, tí Prinsgemalurin fær sjey milliónir krónur árliga fyri einki at gera. Haldi, at vit hava fingið skeiva uppfatan av manninum, tí eg sá einastaðni, at tað er júst prins Henrik, sum heldur eitt sindur av lívi í heima á slottinum. Tað eru starvsfólk, sum dult hava sagt fjølmiðlunum hetta. Tey siga, Prinsgemalurin er hittinorðaður, stuttligur og er góður og vinarligur við øll starvsfólkini á slottinum.
Eingin ivi er um, at hevði Henrik frá fyrsta degi lært seg betur at tosa danskt, so høvdu danir góðtikin mannin betur. Hann hevur eisini úttalað seg óheppið mangar ferðir í fjølmiðlunum, millum annað tá hann boðaði frá, at hann yngsti at gerast kongur í Danmark og var troyttur at vera nummar trý eftir drotningina og arvaprinsin.
Tá drotningin herfyri var í Føroyum, var hon spurd um Henrik og hon skuldu skiljast. Svarið var stutt og greitt við smíli: Guð, nei. Havi til stuttleika funnið fram myndablaðið Nú frá 1978, sum vit eiga innbundið. Og stórur munur er á móttøkuni í 1978 og 2016. Túsundtals føroyingar tóku í 1978 ímóti í Havn. Ein orsøk er uttan iva, at tá var einki sjónvarp, har tú nú dagliga sært drotningina ella gemalin í sjónvarpinum. Skuldi tú í 1978 síggja tey kongaligu “live”, mátti tú út á gøtuna.
Orsøkin, at eg skrivi hesar reglur er, at vit eiga øll myndabløðini Nú, og at eg frá vinmanni fekk nógvar myndir, sum hann bjargaði sær, tá tey ruddaðu eftir myndablaðnum Nú, tá blaðið gavst at koma út. (Vagnur)


