
Her fara um málið gentubátarnir Fípan fagra, Pílur, Frúgvin, Royndin fríða og Strípan. (Mynd Dánjál)
Yvirskriftina omanfyri hevði eg longu i høvdinum, tá skrivast skuldi um barnaróðurin í Hvalvík. Frøddist um stóra talið av barnamanningum, sum tó ikki sleppu at rógva henda dagin. Í Runavík møttu allar 25 manningar trúgvar og glaðar upp til róður, og vit setta føroyskt met í tali av manningum. Til lukku við tí. Gamla metið var frá 2009, tá 24 manningar róðu á fleiri stevnum. Tá vóru dreingjamanningar trettan í tali og gentumanningarnar ellivu. Í Runavík leygardagin vóru tólv dreingjamanningar og trettan gentumanningar. Óført, sum vit øll gleðast um.
Ì Havnar róðrarfelag eru í ár fleiri barnamanningar, og tað eru foreldur, sum taka sær av manningunum og fylgja teimum kring landið. Havi spurt eitt av foreldrunum, hvussu gongur fyri seg í barnaróðri. Hvussu tey klára at leggja bátarnar, og um tey rógva í bekk. Og viðkomandi sigur soleiðis:

Her koma inn dreingjabátarnir inn ímóti málinum Tekla, Havfrúgvin, Firvaldur, Títlingur, Jallurin og Sílið. (Mynd Dánjal)
– Í barnaróðri rógva tveir árgangir, og heilt stórur munur er bæði á vekt og stødd á rógvarum í hesum aldri. Hyggja vit at úrslitunum, so eru millum tíggju og fimtan sekund frá fremsta til aftasta bát. Hetta er vanligt mynstur hvørt ár. Tey yngstu vita, at tey rógva ímóti eldri rógvarum og vita eisini, at næsta ár, so eru tey tey elstu. Haldi, at tey taka hetta ógvuliga róliga. Tá tú sært fjøldina á rógvarum á bryggjuni, so kunnu í fleiri førum vera eitt til tvey høvd á muni á longdini á rógvarum.
– Tá talan er um at leggja bátar, so duga tey ungu minst líka væl at leggja bátin til start sum tær vaksnu manningarnar. Har er eingin munur. Og ein vaksin stýrir bátinum, so kósin inn eftir verður hildin, sjálvt um bátarnir eru nógvar. Teir yngru rógvararnir og í mongum førum aftastu bátarnir hava eina forðing, sum fremstu bátarnir ikki hava. Og tað eru aldurnar frá fremstu bátunum, sum kunnu darva.
– Tá talan er um bekkróður, so rógva flestur barnamanningar eisini í bekk. Tey ungu vilja vera sum tey vaksnu sjálvandi. Eg vil siga tað soleiðis, at tað tekur ikki longri tíð at starta og leggja barnamanningarnar sum tað tekur at leggja og starta eldru manningarnar, sigur viðkomandi at enda.
Telja vit saman tær 25 barnamanningarnar og tær tíggju dreingjamanningarnar og ellivu gentumanningar, sum rógva við 5-mannaførunum dreingjum og gentum, so er talan um 46 ungdómsmanningar. Hetta má sigast at vera óført, og talið av ungdómsmanningum er í ár størri enn undanfarin ár.
Á stevnunum fáa barnamanningar eins sømdir og tey vaksnu. Tey fingu í Runavík smyrjibreyð, suppu og okkurt at drekka, men so var eitt tilboð aftrat. Tey sluppa ein túr við skjóttgangandi báti.
Sum tað er gott fyri føroyskan kappróður, at róðrarfeløgini kring landið leggja seg eftir at vera við í barnaróðri. Øll úrslit og tíðir kunnu síggjast á Stavnur.fo (Vagnur)









