Koyrdi seinasta leygardag til Skælings, sum eg á sinni hevði eitt sindur av sambandi við. Arbeiddi eitt skifti hjá Bjarna Húsgarð, sum átti Fruktsøluna. Bjarni var væl við bóndan Hans á Skælingi og gekk á fjalli hjá honum. Bjarni bygdi sær lítið summarhús á Skælingi í 1970-árunum. Húsið stendur har enn, men er illa farið og verður ikki brúkt. Eg var einaferð á fjalli við Bjarni, og har var bratt at ganga, sum mær ikki dámdi so væl. Í góðveðrinum á Skælingi leygardagin gingu nakrar geitir uttan fyri eitt seyðahús. Fimm vaksnar geitir og tvey geitarlomd.
Eg kann minnast sum smádrongur, at vit sóu hissini geitir ymsastaðni. Tey høvdu tá geitir á Hvítanesi, og úti á bygd var forkunnugt at síggja geitarlomb um várið. Fyri tveimum árum síðani var eg og vitjaði Andrias Reinert við Villingardalsvegin, har eg sá fleiri geitir. Eg havi ringt til Skælings og spurt Dinnu Svarthamar um geitirnar. Og hon sigur:
– Tað er sonurin, sum hevur geitirnar til stuttleika, og hevur hann havt tær í nøkur ár. Vit eta kjøtið, sum smakkar væl. Lítið av feitti er á geitarkroppi, og kjøtið er nakað seigari enn á seyði. Tá krovið hongur í hjallinum, líkist tað ein lítlum tarvið. Vit hava fýra ær, ein geitarbukk og tvey geitarlomb.
– Geitir eru meira viðbreknar enn seyður, og tær ungu geitirnar fara mangan alt ov lætt um lombini, tá tær lemba. Tær eru meira líkasælar enn seyður, og tað kemur fyri, at ungu geitirnar vilja ikki kennast við lomb síni. Kjøtið er sum sagt seigari enn á seyði, kjøtið turrari, og tí kóka vit oftast geitarkjøtið, sum smakkar væl, sigur Dinna Svarthamar í stuttari viðmerking.
Tá eg fyri tveimum árum síðani vitjaði Andrias Reinert við Villingardalsvegin, segði hann millum annað soleiðis um geitirnar hjá sær. – Geitir tola nógv minni kulda enn seyður, tær eru ikki eins ullaðar og seyður og tí krillutar og eru nógv meira inni enn føroyski seyðurin.
– Hesar geitir fekk eg fyri fimm árum síðani. Tær komu fyrst á Rásini í Eysturoynni og komu síðani til mín. Annars stavar hetta slagið úr Suður Afrika, kjøtið smakkar ótrúliga væl bæði feskt, ræst, og mær dámar turra kjøtið betri enn tað føroyska. Tað eru tey sum siga, at geitarskjøt smakkar einastaðni millum seyðakjøt og kálvakjøt.
– Geitirnar lemba tvey trý lomb, og ein geit hjá mær hevur tvey lomb. Geitarbukkarnir mugu geldast, annars kanst tú ikki hava teir inni. Teir eru ov villir og eru ikki at hava við at gera. Tað er stuttligt at hava geitir, tí tær eru at kalla fitt og friðarlig húsdjór, segði Andrias við undirraða fyri tveimum árunum síðani. (Vagnur)



