Barnaróðurin setti næstan met á norðoyastevnu

jkjkj

Firvaldur dreingir nærmast bleiv nummar trý, Royndi Fríða nummar tvey og Jallurin nummar eitt. (Mynd Dánjal)

Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Feløg høvdu gjørt royndir í Havn og í Miðvági í 2001 og 2002. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum stendur skeiv regla um aldursmarkið í barnaróðrinum. Tólv dreingjamanningar og ellivu gentumanningar róðu barnaróður á norðoyastevnu.

Barnamanningar kappast ikki um FM-heitið, men gerast stevnuvinnarar. Høvuðsreglurnar í barnaróðri eru, at róð verður 500 metrar, og at rógvari skal vera fyltir ella fylla tólv ár í róðrarárinum, og at hann ikki má fylla fimtan ár í róðrarárinum. Barnaróður er sostatt fyri tey 12, 13 og 14 ára gomlu. Annar týdningarmikil regul er, at róðursmaðurin ella róðurskvinnan skal vera átjan ár ella eldri. Her hugsar man um trygdina á sjónum.

hjhjh

Her síggja vit barnaróður dreingir: Nærmast Drekin, síðani Falkur, Tekla og Silja. (Mynd Dánjal)

Tá eg fari inn á heimasíðuna hjá Róðrarsambandinum og hyggi undir teigin barnaróður, so stendur regla um aldursmark, sum míni eygu siga er skeiv. Rógvarar tólv, trettan og fjúrtan ár kunnu rógva barnaróður, tað vil siga, at rógvari ikki má fylla fimtan ár í róðrarárinum. Men á heimasíðuni hjá RSF stendur: Rógvari skal ikki vera fyltur 14. ár fyri 1. januar (tvs. rógvarin kann vera 12, 13 og 14 ár). Hetta hongur ikki saman, tí rógvari kann ikki bæði ikki fylla 14 ár fyrr 1. januar og kann rógva sum 14 ára gamal. Her eru tveir setningar, sum siga hvør sítt ella rættari sagt mótsigandi.. Ógvuliga óheppið. Avrit av reglugerðini niðan fyri um barnaróður.

jhjhjh

Nærmast Ternan og Drekin barnaróður dreingir. (Mynd Dánjal)

ALDURSMARK

Grein 1:
Við 5-mannaførum FM í barnaróðri við gentum og dreingjum, skal rógvarin vera
fyltur 12 ár áðrenn 1. januar. Og rógvarin skal ikki fylla 14 ár áðrenn 1. januar (tvs.
at rógvarin kann vera 12, 13, ella 14 ár). Tó skal róðursmaðurin fylla 18 ár áðrenn
1. januar

hjhhj

Fípan Fagra gentur fer her fyrst um málið, síðani Pilur nummar tvey og Sílið nummar trý. (Mynd Dánjal)

Annars kunnu vit fegnast um, at so nógvir bátar vóru við í barnaróðrinum í Klaksvík. Havi hugt í hagtølini, og tey siga, at fyrsti skrásetti barnaróður er frá 2005, tá sjey dreingjamanningar og tíggju gentumanningar róðu á norðoyastevnu. Fyrstu árini vóru fáir bátar, men í 2009 róðu 24 barnamanningar í Klaksvík. Í 2015 vóru manningarnar fjúrtan í tali fimm dreingarmaningar og níggju gentumanningar. Leygardagin í Klaksvík vóru 23 barnamanningar, sum er næstmesta talið nakrantíð. (Vagnur)

Her síggja vit næsta "feltið" í genturóðrinum. Nærmast Falkur,

Her síggja vit næsta “feltið” í genturóðrinum. Nærmast Falkur, Erlu kongsdóttir, Havfrúgvin, Spógvan, Royndin Fríða og Frúgvin. (Mynd Dánjal)

jkjkjk

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *