
Kenni bara tríggjar mans á myndini. Debes Christiansen fremst uttast til vinstru. Í miðjuni í hvítari skjúrtu og slipsi lærarin Dánjal á Dul og Torstein ella Thomas Askham til høgru í miðjuni aftan fyri Dánjal á Dul.
Kom fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Áhugaverd mynd í nógvar mátar, tí næmingarnir standa í garðinum í Sjómansskúlanum, sum var bygdur í 1904/1905, har kontórið hjá Mest nú heldur til. Í 1904 komu tveir danir Viggo Ryving-Jensen cand phil og Andreas Nielsen fyrrverandi stýrimaður hjá ØK til Havnar at búgva. Hesir tóku stig at byggja stórar skúlan, sum var heilt stórur bygningur tá í tíðini.
Feðgarnir Jens í Dali og seinni sonurin Jens Pauli í Dali undirvístu í navígatión Jens frá 1893 til 1905, tá sonurin Jens Pauli í Dali yvirrtók skúlan. Vit hava eisini hoyrt um Jens Mohr úr Hoyvík, sum um hetta mundi eisini undirvísti í navigatión í býnum. Eg havi sæð onkrastaðni, at orsøkin, at teir báðir danirnir góvust við skúlanum var, at kapping var um næmingarnar, og hesin stóri skúlin fekk ov fáar næmingar. Bara seks næmingar byrjaðu í skúlanum í 1905, tá teir tóku inn fyrstu næmingarnar.

Stórur vakur bygningur tá í tíðini. Kapping var um næmingarnar, og uttan iva førdi hetta til, at teir báðir danirnir góvust við skúlanum í 1909. (Mynd Havnin-fólk og yrki)
Danirnir Viggo og Andreas góvust við skúlanum í 1909. Í 1927 var Thorshavns Navigatíonsskole settur á stovn, og skúlin broytti navn í 1951 til Føroya Stýrimansskúli. Á myndini síggja vit Skálatrøð, áðrenn hon var sprongd burtur, og høgrumegin kemur Gamla hospitalið undan. Eingin av teimum hálvthundrað monnunum á myndini eru hættleysir. Teir, sum ikki bera vanligan kepp, eru í skiparakeppi, sum vit plagdu at rópa teir. Lærarin Dánjal á Dul er i føroyskar húgvu. Og so allar tær vøkru føroysku troyggjurnar.
Løgið at hugsa sær, at fyrst í 1900 var undirvíst í navigatión tríggjar staðir í Havn. Menn komu úr øllum Føroyum til Havnar at læra seg at føra skip. Torført at kenni menninar á myndini, tá teir allar flestu av næmingunum eru ikki úr Havn. (Vagnur)