Myndin av láturkópinum er meistarliga tikin

Bjarki G. Dalsgarð hevur tikin hesa frálíku myndina.

Bjarki G. Dalsgarð hevur tikin hesa frálíku myndina av láturkópinum. Fantastisk mynd. Myndin er tikin við Tjørnunes norðan fyri Velbastað.

Skalt tú kunna taka eina so góða mynd, sum hana omanfyri, skalt tú hava gott myndatól við góðari linsu. Og so skalt tú duga at taka myndina og vera á røttum stað. Bjarki G. Dalsgarð er frítíðar myndamaður, og eg veit og havi sæð, at hann dagliga er úti í náttúrini og hevur myndatólið við sær. Hvør skal siga: Okkurt áhugavert kann stinga seg upp at taka mynd av. Bjarki leggur fleiri myndir út á Facebook. Frálíkar myndir. Tá eg sá myndina, hugsaði eg: Hvat vita vit veruliga um láturkópin. Eg havi sæð hissini kópar, men havi ikki givið mær meira far um kópin. Havi tí hugt á heimasíðuna hjá Náttúrugripasavninum og Fiskaaling, og har stendur millum annað um láturkópin.

Ógreitt er, hvussu stórur føroyski stovnurin av láturkópi er. Merktur kópur úr Bretlandi er fingin aftur her, og tað kundi títt uppá, at samband er millum hesar stovnar. Ein tilgongd at lýsa hetta nærri er at kanna ferðing og útbreiðslu hjá kópi gjøgnum árið. Fylgisveinasendarar vóru límaðir á grúkin á tíggju kópum, ið fortaldu, hvar kópurin var staddur hvønn dag.

Í 2007 og 2008 vóru fylgisveinarsendarar settir á tíggju kópar. Kópur er ógvuliga støðufastur.

Í 2007 og 2008 vóru fylgisveinarsendarar settir á tíggju láturkópar. Kópur er ógvuliga støðufastur.

Láturkópur er støðufastur. Ikki fór hann langt og leingi út frá landi. Onkur kópur var alla ta tíðina, ið sendarin virkaði, í einum stað, meðan aðrir kópar ferðaðust upp í saman ímillum tvey-trý øki. Kvidnar opnur hildu mest til tey somu støðini, har tær vóru merktar, og løgdu eisini har. Kanningin vísir, at láturkópurin við Føroyar er egin stovnur, ið fyri tað mesta er at finna í nøkrum heilt ávísum økjum. Hann reikar og finnur sær føði úr fjøruni og út á 150 metra dýpi.

Bjarni Mikkelsen sigur við heimasíðuna hjá Fiskaaling

Tað er ikki heilt greitt, hvussu føroyski kópastovunurin er fyri, tí eingi nágreinilig tøl eru, sum vísa tað, sigur Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum. Viðhvørt hevur verið róð fram undir, at kópastovnurin á okkara leiðum er í so stórur, og at hann er til bága fyri eitt nú alingina. Eisini uttanlands verður gjørt nógv burtur úr teimum trupulleikum, vinnan á sjónum hevur av kópi. Danskir, og serliga svenskir fiskimenn, siga dagliga frá kópi, sum ger seg inn á veiðu og reiðskap. Serliga í Eystursjónum stendur illa til, láta teir at.

Kópur amar seg til aliringarnar, og nógvir vera skotnir.

Kópur amar seg til aliringarnar, og nógvir vera skotnir. Einir 100 kópar um árið.

Føroyakir alarar siga ikki so nógv um hesar trupulleikar, men av Náttúrugripasavninum verður sagt, at tað er ikki nakað, sum beinleiðis bendir á, at so er. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at tað ber illa til at siga nakað neyvt um, hvussu stórur stovnurin er, ella um hann er nøkur hóttan móti nakrari javnvág ella vinnu. Stutt og greitt tí, at vit vita ov lítið um hann. -Nakað verður skotið árliga. Kanska einir 100 kópar ella so, sum tað sær út í løtuni, sigur hann.

Hetta byggir hann á tey tøl, hann fær sendandi frá alarum, sum boða frá, tá teir hava avlívað kóp, sum teir meta vera eina beinleiðs hóttan móti fiskinum í ringunum. -Men tað er lítið sannlíkt, at hetta er nakar stórur trupulleiki, og menn eru rættiliga lagaligir í so máta í dag í mun til, hvussu hugburðurin var fyri nøkrum árum síðan, heldur Bjarni Mikkelsen. Kópar verða ikki skotnir fyri eitt gott orð í dag, soleiðis sum onkuntíð hevur verið gjørt. Og tað er eisini í nokk so avmarkaðum tíðarskeiði, at teir verða skotnir.

Kópur er ógvuliga støðufastur.

Kópur er ógvuliga støðufastur. Hetta sæst frá hagtølunum í Nólsoy.

Hann sigur, at tað mesta verður skotið í tíðarskeiðinum frá november til januar, og at talan tá vanliga er um nósar frá heystinum fyri. Slíkar, sum leita sær eftir einum øki at vera, og villast inn millum alibrúkini, har teir kanska vænta sær lættari føðslu, enn har, teir skulu berjast um hana. Ananrs er kópurin sera staðbundin, sigur Bjarni Mikkelsen og vísir til merkingar, sum hava verið gjørdar. Kópurin støðast væl á teimum “villu” økjunum, sum hann tekur til, sigur Bjarni Mikkelsen við heimasíðuna hjá Fiskaaling.

Myndamaðurin Bjarki G. Dalsgarð sigur, at hann hevur tikið fleiri myndir av láturkópi, og at teir eru støðufastir, boða myndirnar frá. Hvør kópur hevur sítt eyðkenni, og hann kennir summar kópar aftur. Sum áður sagt eru bara gitingar, hvussu nógvir láturkópar eru við Føroyar. Onkur sigur 2000-3000, og kanska er talið millum 1000-2000 kópar, men hetta er alt gitingar.  (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *