Tá eg í seinastu viku koyrdi eina abbadóttir í skúla í Hoydølum, så eg “kaos”, sum sjáldan er at síggi í býnum. Vegurin millum bygningarnar er bæði uppihaldsstað hjá næmingum, gongubreyt og koyribreyt. Komi at hugsa um tvær myndir úr Hoydølum, sum sá í myndabók hjá einum systkinabarni. Ein pápabeiggi mín hevur uttan iva tikið myndirnar í 1940-árunum, tá hann var á veg í Hoydalar at vitja systrina, sum hevði tuberklar. Ikki av tilvild, at tey í 1907 valdu at byggja Sanatoriið júst har. Har var friðarligt og lítil vandi at smitta fólk niðri í Havnini. Vit skriva nú 2016, og dagarnir hjá studentarskúlanum og HF-skúlanum eru um at vera taldir. Hetta annars hugliga stað er í løtuni alt annað enn hugnaligt. Tú kanst í fjølmiðlunum síggja, at kjakið er byrjað, hvat økið skal brúkast til, tá skúlarnir á sumri 2017 eru fluttir í Marknagil.
Santaoriið í Hoydølum varð bygt í 1907, og fyrsti tuberklasjúklingurin var innlagdur 12. juni 1908. Pláss var fyri sekstan sjúklingum. Í 1931 varð Santaoriið útbygt, tá ið millum annað læknahús vórðu bygd. 1. feburar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Tá vóru teir fáu sjúklingarnir, sum vóru á sjúkrahúsinum, fluttir í fyribils barakk við Landssjúkrahúsið. Ljóta og dapra barakkin, sum minnir um fangabarakkirnar í Týsklandi undir seinna heimsbardaga, skuldi bara standa í heilt fá ár, men barakkin stendur har enn í 2016.

Tey høvdu bæði dunnur og hønur á Sanatoriinum. Havi ikki áður sæð dunnuhylin. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Í Hoydølum var mikið kjak og orrustur, um tað nú var rætt at flyta úr Hoydølum og út í stóran miðnámsskúla í Marknagili. Vit sóu tekningar í fjølmiðlunum, har skúlin skuldi byggjast út niðan ímóti gomlu Hoyvíkini. Málið gjørdist politisk kastibløka, har ymisir landsstýrismenn vildu loysa hølistrupulleikarnar í Hoydølum. Men seint gekk ella rættari sagt ártíggju gingu. Nú stundar til, at skúlin skal flyta á sumri 2017.
So er spurningurrin, hvat vakra økið skal brúkast til. Nógv skal gerast, um økið aftur gerst eins vakurt og á myndunum omanfyri. Har er nógv lagt undir asfalt, og ljótur betongkassi var bygdur fyrst í 1960-árunum. Bara Hoydalar ikki gerst eins kastibløka og bygningarnir hjá BankNord í býnum, sum vóru seldir Tórshavnar kommunu ella umvælda Saltsølan í Vestaru bryggju.
Hoydalar vera uttan iva ikki brúkar at hýsa ellisheimum ella sambýlum, tí hesi fólkini skulu vera millum onnur fólk. Kanska kann staðið brúkast til avvenjingarstað ella stað, har fólk kunnu koma fyri seg eftir sár á sálini. Nógvir eru møguleikarnir. Haldi, at tað eru landsmyndugleikarnir, sum eiga Hoydalar. Eitt er tó vist, at skal Hoydalar aftur gerast hetta friðarliga og vakra plássið, sum vit síggja á myndunum, so má eitt upptak fara fram, tá skúlarnir eru farnir í Marknagil. (Vagnur)
