Jarnbardur ætlar at bjóða teimum ungu rógvarunum av

Kvinnur umborð á Jarnbardi eru ikki skornar fyri tungubandi, skal eg heilsa og siga. (Mynd Vagnur)

Kvinnurnar umborð á Jarnbardi eru ikki skornar fyri tungubandið, skal eg heilsa og siga. (Mynd Vagnur)

Sum uppískoyti til greinina um Ormin langa, skal eg nevna, at hesar “eldri” kvinnur umborð á Jarnbardi fara at rógva allar sjey FM-róðrarnar í summar. Eg skrivaði eftir ólavsøku í fjør, at nú má FM-kappingin í róðri ikki gerast eitt sjálvtøkuborð. Eg sipaði til, at fyri norðoyastevnu í fjør høvdu tær har norðuri mannað Sundabátin við kvinnum, men kvinnurnar vóru tvingaðar á rógva við 5-mannafari, tí einki 6-mannafar var at rógva ímóti. Men so hendi nakað.

Vit hava eina FM-kappingin fyri kvinnur eldri, sum umfatar seinastu tríggjar stevnurnar. Men hvat gera hesa manningar, tær velja við vælsignilsi frá Róðrarsambandinum at rógva tær seinastu tríggjar stevnurnar sum vanligar FM-róðrar fyri kvinnur. Hetta kann ikki vera rætt, tí FM-róðrarnir fyri vanligur manningar umfata sjey stevnur.

Heilt vist, at Jarnbardur, Sølmundur og Lómur 6-mannafør kvinnur eru við í summar. (Hvannrók)

Heilt vist, at Jarnbardur, Sølmundur og Lómur 6-mannafør kvinnur eru við í summar. Mynd frá 2014 Hvannrók

6-mannafarið á myndini ovast er gamli Jarnbardur, sum bátasmiðurin Hanus Jensen smíðaði á sinni. Tað var eisini Hanus Jensen, sum smíðaði Victoriu hjá Ova Joensen, sála, úr Nólsoy, sum róði til Danmarkar. Gamli Jarnbardur er vakurt 6-mannafar, sum hevur vunnið mangt FM-heitið, men so bleiv báturin ov tungur í mun il nýggjaru bátarnar.

Báturin stendur í neystinum við Lágikai, og eldri kvinnurnar rógva við bátinum allar mánaðirnar í árinum. Gott lag á kvinnunum, tá eg knappliga stóð har við myndatólinum. Tær søgdu mær, at í ár verður einki roks við masters og øðrum. Vit rógva allar sjey FM-róðrnar og eru við í vanligu kappingini. Tær skemtaðu við, at tær brúka gamla Jarnbard sum styrkivenjing, áðrenn tær fara í nýggjara og lættari bátin. Tær venja tvær ferðir um vikuna í løtuni, men skal venjast tríggjar ferðir um vikuna.

Eg hevði varhugan av, at tær sjálvar hildu, at rætt var ikki farið fram í fjør. Tú kanst ikki vinna meistaraheitið bara at rógva tríggjar stevnur. Róðrarsambandið skuldi sjálvandi ikki loyvt hesum. Eingi nøvn eru løgd aftrat myndini, og hetta er við vilja. Men eru tær nevndar, eru tær kendar. Enn er ikki heilt vist, hvørjar kvinnur rógva í summar, men uttan iva tær flestu sum sita umborð á myndini. Sum eg skilji, so fáa vit kanska eini fimm/seks 6-mannafør við kvinnum at síggja í summar. Óført, um so er. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *