
Neistin 3. deild menn í 80 árunum. St.f.v: Jan Müller, Sofus Andreasen, Líggjas Husgaard, Jógvan Martin Mørk og Jákup Simonsen. Húkandi frá vinstru: Egga Jensen, Hans Jákup Hermansen, Bjørn Patursson og Rahm í Króki. (Mynd Vagnur)
Tá ið dapra kreppan í Føroyum var í hæddini fyrst í 90 árunum, fluttu 6000 fólk úr Føroyum undan kreppuni. Og hetta gjørdust eisini stórur smeitur fyri føroyskan hondbólt, tí summu feløg funnu ongantíð gamla stevið aftur. Myndin omanfyri er av 3. deildarliðnum hjá Neistanum. Hetta vóru “eldri” spælarar, sum hugnaðu sær í 3. deild. Teir byrjaðu í 4. deild, sum teir vunnu, og hildu kósina upp á tindin í 3. deild, sum teir eisini vunnu. Hetta var seinnu hálvu í 80 árunum. Tá kreppan hæsaði av, var eingin 4. deild og fá lið vóru í 3. deild. Neistamenn hjúklaðu um mansliðið, og mangan stuttleika teir sær. Nú eru er er eingin 4. deild ella 3. deild, men heldur tveir bólkar í 2. deild hjá monnum.
Umframt spælararnar á myndini høvdu kend neistanøvn sum Hans Mortensen, Hans Holm og Jens av Reyni eisini spælt við liðnum. Menninir á myndini spæla ikki hondbólt longur. (Vagnur)