Leygardagin skal okkara góði viðmerkjari og myrkagrøni kyndilsmaður Ásbjørn Nattestad giftast kvinnu úr Kollafirði. Tað er nakað serligt við fyrikomandi manninum, sum nú arbeiðir hjá PE-handlunum í Havn. Bersøgin kyndilsmaður, sum er sonur Niels og Oddvá Nattestad. Vøkur mynd av parinum hevur í seinastuni staðið í bløðunum, og á Facebook sóu vit Ásbjørn fara til dyst í neistabúna og neistaflaggið. Stuttligar og góðar myndir. 30. mars í 2014 hitti eg Ásbjørn á Eiði, har hann eigur hús. Eg vil ynskja kyndilsmanninum alt tað best í hjúnarlagnum. Orðini niðanfyri skrivaði eg í grein, tá eg var á Eiði og sá abbadóttir spæla dyst, og eg eisini hitti Ásbjørn. Og eg skrivaði tá soleiðis:
Tá ið eg kom í høllina, dømdi Ásbjørn Nielsson Nattestad. Ikki hesuferð í grønum búna, tí Ásbjørn er trúgvur kyndilsmaður og hevur stóran áhuga fyri hondbólti. Vit kenna hansara góðu viðmekingar á Hondbóltskjaki, og tað er hann, sum dagførir toppskjúttaralistan í bestu deildunum. Tá ið eg hoyrdi, at Ásbjørn keypti hús á Eiði fyri trimum árum síðani, gjørdist eg ovfarin, tí eg metti Ásbjørn vera so góður við Havnina og Kyndil, at hann búsetti seg ikki uttan fyri Havnina. Ásbjørn mátti eg eisini práta við. Eg fekk hann at vísa mær húsini, og meðan vit gingu frá høllini oman ti húsini, segði Ásbjørn soleiðis:
– Eg ynskti at fáa mær egið hús, men húsini í Havn kostaði alt ov nógv, at eg kundi fíggjað húsini einsamallur. Eg kom í 2007 fram á hesi húsini á Eiði, sum stóðu til sølu fyri sámuligan kostna, men eg flutti ikki til Eiðis fyrr enn fyri trimum árum síðani. Hví ikki Eiði, hugsaði eg tá? Valið var gott, tí mær dámar væl húsini og trívist væl á Eiði. Eg havi roynt meg sum venjari hjá EB liði, men eg haldi meg ikki vera egnaðan sum venjari. Heldur vil eg døma dystir hjá EB og annars hjálpa EB á annan hátt. Eg havi stóran áhuga, at EB mennist sum hondbóltsfelag.
– Nordfra (nú PE-handlarnir) er mítt arbeiðspláss, og mítt arbeiði er at koyra fiskavørur kring landið. Arbeiðið dámar mær væl, sigur Ásbjørn at enda. Eg helt, at Ásbjørn hevði familju á Eiði, og tí keypti hann sær hús í bygdini, men so er ikki. Hann er sonur Niels og Oddvá Nattestad. Mamman er úr Gøtu og pápin er úr Havn. Ásbjørn er uppkallaður eftir abbanum, sum var úr Hvalba, skrivaði eg í 30. mars 2014. (Vagnur)

