Mest sum hvønn dag gangi eg fram við gomlum svørtum húsum á Tinghúsvegi 37. Gerandisdagar um dagin síggjast ikki fólk í húsinum ella í garðinum, men um kvøldarnar og leygar-og sunnumorgnar er nógv virksemi. Ikki tey stóru armsveiggini, har felagsskapirnir AA, Al-anon, NA og ACA halda til. AA sum stendur fyri Anonymar alkaholikarar er felagsskapur av monnum og kvinnum, ið býta royndir, styrkir og vón til tess at kunna loysa teirra felags trupulleikar, og harvið hjálpa øðrum at endurvinna heilsuna aftaná misnýtslu av alkoholi, stendur millum annað í faldara, eg ein dagin fekk frá persóni, sum var á veg á AA-fund.
Allar kanningar uttanlands siga, at av teimum, sum smakka sær á á ungum árum, gerast millum fimtan og tjúgu prosent bundin av rúsdrekka seinni á lívsleiðini. Hetta kemur sníkjandi, sum árini ganga. Flestu føroyingar megna og duga at umgangast rúsdrekka Teir drekka í veitslulag, drekka eitt glas av víni ella eina øl aftur við matinum og passa sjálvandi sítt arbeiði. Men so eru tað hini, sum ikki duga at fara um rúsdrekka og gerst bundin av rúsaða løginum.
Persónurin, eg hitti á Tinghúsvegnum segði mær, at AA-felagsskapurin hevur í eini tíggju ár hildið til í húsunum, og at eini tvey hundrað fólk koma í húsini um vikuna. Men øll koma ikki samstundis. Summi koma har fleiri ferðir um vikuna, onnur velja sær ávísa fundir, og onnur koma kanska bara einaferð um mánaðin. Nevnast kann, at tildømis sunnumorgun koma eini fjøruti fólk á fund.
Tað einasta, ið krevst fyri at gerast limur, er ynskið at gevast at drekka. Einki limagjald, eingin limalisti, og AA felagsskapurin klárar seg sjálvur fíggjarliga við egnum sjálvbodnum gávum.
AA hevur ikki tilknýti til nakra sekt, trúðarrætning, poliskan bólk ella stovn. AA tekur onga støðu í stríðsspurningum og vil hvørki berjast ímóti ella stuðla nakrari óviðkomandi sak. Einasta endamál er at vera edrú og at hjálpa øðrum at uppnáa edrúskap, stendur eisini í faldaranum.
Tá eg spyrji viðkomandi, eg hitti, hvør leiðir fundirnar, so svarar hann í stuttum soleiðis: Eingin fastur leiðari leiðir fundirnar, men tað eru einstøku limirnir, sum leiða fundirnar. Í felagsskapinum eru bólkar, og tað eru fólk úr hesum bólkum, sum standa fyri fundunum, og útgangsstøði er úr teirra egnu støðu.
Hyggja vit í skránna, so eru vanligir AA fundir, men so er nakað, tey kalla ACA-fundir mikukvøld og leygarmorgun. Hetta eru fundir fyri tey avvarðandi, tí vit vita øll, at tá tildømis eitt ella bæði foreldrini ella okkurt av børnunum eru bundin av rúsdrekka, so lýðir øll familjan. NA fundir eru fundir, sum eru ætlaðir teimum, sum hava verið bundin av narkotika, og Al-anon fundir eru fundir fyri makan.
Umframt at koma til ymsu fundirnar á Tinghúsi 37, gerast limirnir eisini stuðlar ella rættari sagt vegleiðarar hjá persónum, sum ynskja at halda uppat at nýta rúsdrekka. Og har koma tey tólv stigini, sum AA-ararnir ganga eftir, inn í myndina. Hesir stuðlar/vegleiðarar gjøgnumganga tey tólv stigini við viðkomandi, sum kann taka eitt ár at fáa avgreitt.
Altíð havi eg havt heilt stóra virðing fyri persónum, sum viðganga, at teir hava rúsevnistrupulleika og vilja gera nakað við trupulleikan. Kenni heilt nógvar persónar, sum við hjálp hava fingið bilbukt við trupulleikanum, men so eru nógvar persónar í alt ov ungum aldri farnir orsaka av ov nógvum rúsdrekka. (Vagnur)




