Úr myndasavninum – Mansdeildin hjá Stjørnuni var niðurløgd í ár 2000

Stjørnan vinnur 2. deild í 1988 og flytir í bestu deildina. St.f.v: Poul Mikkelsen, Atli Hansen, Egil Johansen, Hans Arni Bertholsen og Eyðbjørn Høgnesen. Húkandi f.v: Lars Dalhoff, Jóhannus Ziska, FinnBjørn Grettursson, Jógvan Leivur Nolsøe, Olgar Danielsen, Jarvin Feilberg Hansen og Kristoffur Ragnarsson. (Mynd Vagnur)

Í mínari gomlu myndagoymslu kom eg ein dagin fram á forvitnisliga mynd av mansliði hjá Stjørnuni. Fór at kanna hetta nærri, og er myndin frá 1988. Myndin er tikin, tá ið greitt er, at Stjørnan vinnur 2. deild og flytir upp í 1. deild, sum var besta deildin tá.

Eg kann minnast, tá ið Stjørnan serliga í 70-árunum fekk betri og betri manslið. Fyrstu árini var Stjørnan í somu støðu, sum Team Klaksvík er í løtuni. Við tíðini mentist Stjørnan, og tá ið millum annað brøðurnir Egil og Karl Johansen vóru allar best, hevði Stjørnan lið, sum kundi spæla uppímóti bestu liðunum í Føroyum.

Stjørnan tapti tíverri slagið um ungdómin í Klaksvík og serliga fyri fótbóltinum, tá ið talan er um dreingja- og manshondbólt. Kappingarárið 1993/1994 spældi Stjørnan fyri seinastu ferð í bestu deildini.

Í 2000 gavst Stjørnan við dreingja- og manshondbólti. Síðani kenna vit søguna um nýggja hondbóltsfelagið Team Klaksvík, sum hevur havt góðan byr. Felagið hýsir bara dreingja- og manshondbólti, meðan Stjørnan er gentu- og kvinnufelag. Team Klaksvík heldur til í Badmintonhøllini og Stjørnan í KÍ-høllini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *