Millum manna halda fólk, at Sámal Hansen hevur smíðað allar bátarnar, sum rógva í summar, men so er ikki. Sámal Hansen hevur síðani 1996 smíðað 74 bátar, men bátasmiður, sum býr á Kjalnesi í Kollafirði, hevur smíðað fýra kappróðrarbátar millum annað Havfrúnna og Blik. Og Havfrúgvin hevur serliga søgu, tí 5-mannafarið hava vestmenningar lánt úr Árnafirði. Terji Reinert Jacobsen smíðaði Katlu, sum nú eitur Havfrúgvin, til Árnafjarðar róðrarfelag í 2008. Terji smíðaði eisini 5-mannafarið Títling til Havnar Róðrarfelag og 6-mannafarið Romvlvs til Nólsoyar kappróðarfelag.
5-mannaførini Havfrúgvin og Blikur við kvinnum hava í summar kappast frammi í oddinum, og í Kollafirði situr bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen og fylgir róðrunum. Hann er sjálvandi áhugaður í, hvussu bátar hansara roynast. Og bátarnir roynast sera væl. 5-mannafarið Títlingur, sum bara verður búktur til barnaróður, hevur vunnið nógvar róðrar síðani 2008, og tað sama hevur eisini 5-mannafarið Blikur gjørt serliga við dreingjum.

Manningin umborð á Havfrúnni í Sandavági. Fr.v: Jónvá Eidesgaard, Anna Maria Petersen, Annika Poulsen, Annfríð Lind Sørensen, Sigrun Helga Magnussen, Fríða Sunrid Djurhuus og Elin Jacobsen. (Mynd Mona Wang)
Umborð á Havfrúnni, sum í veruleikanum eitur Katla, situr góð kvinnumanning, sum hevur vunnið allar róðrarnar í summar. Bara hundraðpartar av sekundi var á muni millum Havfrúnna og Blik á norðoyastevnum, men næstu stevnurnar dró Havfrúgvin frá Bliki. Kvinnurnar umborð á Havfrúnni er spennandi manning, har miðalaldurin er 29 ár. Elsta kvinnan er 34 ár og yngsta 21 ár. Ég fekk í gjár stutt prát við Annfríð Lind Sørensen, og hon segði mær, at lagið er gott umborð, og at kvinnurnar tíma væl at venja. Sjálv rør hon fyrsta árið í kappróðrarbáti. – Hetta er stuttligt og spenandi, og eg tími væl at venja, sjálvt um vit eisini gleða okkum til ólavsøku. Eingi ivi um, at vit rógva eisini næsta ár, sigur Annfríð.
So er spurningur, um Havfrúgvin næsta ár aftur kemur at eita Katla, ella um vestmenningar biðja Terja smíða teimum nýtt 5-mannafar, nú báturin riggar so væl. Kvinnurnar umborð á Havfrúnni eru so mikið væl fyri, at tær vinna óivað eisini á ólavsøku. (Vagnur)

