Einast tvær myndir av neistamonnum fyri 1960 finnast

Mynd av Hannis tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

Mynd av Hannisi tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

6. mei 2013 legði eg grein út á heimasíðuna, sum var samrøða við kyndilsmannin Hannis Jacobsen, sála. Eg var heima hjá Hannisi og Myrnu í Blómubrekku, har Hannis millum annað vísti mær omanfyri mynd av honum í neistabúna. Myndin tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

Tað løgna við hesi mynd er, at hetta er bara ein av tveimum myndum av neistamonnum fyri 1960. Neistamenn vunnið FM-heitið í 1949, 1953 og 1955, men  eingin mynd finst av liðnum, sjálvt um eg havi leitað í hvørjum króki í Havn. Myndir av neistakvinnum er nógvar av heilt aftur í 1930 – árini.

Í Neistabókini 50 ár er einasta liðmynd, eg havi sæð tikin fyri 1960, tí er myndin omanfyri av Hannisi í neistabúna so týdningarmikil fyri meg. Altíð havi eg vitað, at Hannis Jacobsen, sáli, Torbjørn Mikkelsen, sáli, Poli Jacobsen, sáli og Petur Sigurd Rasmussen spældu í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn teir vóru millum ungu fólkini í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956.

Hannis havi eg altíð kent, síðani eg byrjaði at spæla hondbólt í 1963. Hannis var altíð har, hann sá allar dystir, og tað var hann, sum legði lunnarnar til høgtølini í Kyndli, sum er fullfíggjað øll árini.

Í mei mánað í 2013 hitti eg trúgva og fyrikomandi kyndilsmannin, sum á ungum árum eisini var nevndarlimur í Neistanum, og sum umframt at vera við at vinna tólv meistaraheiti við Kyndli, eisini í tjúgu ár var skrivari í nevndini í felagnum. Hannis spældi mest linjuspælari og vongspælari.

Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, Petur Sigurd Rasmussen (Millum Ólav og Petur C) og Mortan Mørk.

Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, málmaður og Mortan Mørk. Peter Sigurd Rasmussen beint aftanfyri Petur Clementsen.

Venda vit aftur til myndina av Hannisi, sum er tikin í Sandavági eftir steypadyst, er áhugavert at síggja leikbúnan. Hvítar buksur úr bumuld, bláa troyggju við hvítum kraga og sjálvandi neistavimpulin á troyggjuni. Troyggjan var eitt sindur opin framman, sum tú kundi stramma við lissu. Løgið, at ongin hevur goymt eina av søguligu troyggjunum.

Hannis og eg høvdu tað til felags, at tvey av abbabørnunum hjá Hannisi spældu á besta kvinnu- og mansliðnum hjá Neistanum, meðan tveir av synum mínum spældu og spæla á besta liðnum hjá Kyndli. Nú er ein abbasonur eisini farin í grøna troyggjuna. Eingin trupulleiki, bara tey tíma at spæla hondbólt og hava tað stuttligt, so er óført.

Orðini “Eg leiti framvegis eftir gomlum neistamyndum”, havi eg skrivað mangan, men nú er langt ímillum, at fleiri myndir koma undan kavi. Tó so, í fjør fekk eg forvitnisligar neistamyndir av Eiði, og so fekk eg tvær forvitnisligar myndir av neistakvinnum frá 1934, har mamma mín var á eini myndini. Mín vón er at finna liðmynd av neistamonnum, tá teir vunnu meistaraheitið í 1949, 1953 ella í 1955. Havi ikki enn slept vónini at finna bara eina liðmynd.

Eg havi altíð havt kensluna, at tað finnast fleiri gamlar neistamyndir í onkrari myndabók í Havn ella aðrastaðni kring landið. Hví bara mynd av Hannis í neistabúna tikin í Sandavági. Tú skuldi hildið, at myndatakarin eisini tók mynd av neistaliðnum ella øðrum neistaspælara. Vit leita víðari eftir gomlum neistamyndum. (Vagnur)

 

.

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *