Kærumálið frá Neistanum um Barbaru Brauer endaliga avgreitt

Barbara Brauer. (Mynd Vagnur)

 

13. mars í ár var dystur millum Stjørnuna og Neistan í bestu kvinnudeildini í Klaksvík. Neistaspælarar og leiðarar eru í øðini, tí viðhaldsfólk hjá Stjørnuni framdu munnligan ágang ímóti Barbaru Brauer, ið vóru kyns-diskrimenerandi og ærumeiðandi.

Neistin kærir til Hondbóltssambandið, men Aganevndin hjá HSF metti ikki, at tey kundu gera nakað við málið, tí talan var um pástand ímóti pástandi, og at tað liggur uttanfyri virkisøkið hjá Aganevndini at hava veruliga próvførslu, sum munnligar avhoyringar mugu metast at vera. Neistin sendir málið í dómstólin hjá ÍSF. 

Dómstólurin viðgerð málið og metir, at Aganevndin hjá HSF kann brúka sjónbond, ljóðupptøkur, vitnisfrágreiðingar sum próvførslu. Ítróttadómstólurin metir sostatt, at Aganevndin hjá Hondbótssambandinum skal taka málið upp til nýggja viðgerð.

Og tað ger Aganevnin hjá HSF og gevur Stjørnuni 3000 krónur í bót, og at Stjørnan í framtíðini skal syrgja fyri, at felagið hevur skil á viðhaldsfólkum hjá felagnum, og at ærumeiðandi rópini, sum Barbara Brauer var útfyri, ikki koma fyri aftur.

Stjørnan góðtók bótina, men formaður Neistans Kjartan Thomassen segði við Kringvarpið, at felagið fór víðari við málinum. Men síðani hava vit einki hoyrt frá málinum.

Eg havi vent mær til formannin í Hondbóltssambandinum Kristian Johansen og spurt hann, hvussu málið endaði um Barbaru Brauer. Kristian Johansen sigur, at Stjørnan góðtók bótina, og freist var í úrskurðinum, og freistin er farin,  og málið tí endaliga avgreitt. HSF hoyrdi ongantíð nakað aftur frá Neistanum.

Sum eg skilji á lagnum, so var Barbarumálið umrøtt á aðalfundinum hjá Hondbóltsfelagnum Neistanum, og har vildu kvinnur, sum vóru partar í málinum, at málið um Barbaru skuldi steðga við bótini til Stjørnuna, og at nevnd Neistans skuldi ikki fara víðari við málinum. Her endaði so kærumálið um Barbaru.

Mín niðurstøða er, at sjálvandi skuldi málið um Barbaru steðga her, tí landskappingin var av, og í seinasta FM-dystinum í Klaksvík gekk alt friðarliga fyri seg í KÍ-høllini. Barbara var sjálv í hopla henda dagin, tí hon skeyt trettan mál í dystinum.

Tá ið hetta er sagt, haldi eg, at málið skuldi ongantíð verið komið so langt og skuldi ongantíð komið út í fjølmiðlarnar. Eg haldi, at serliga Stjørnan taklaði málið skeivt frá byrjan. Hondbóltsfelagið Neistin og Stjørnan áttu at loyst málið á friðarligan hátt við fyrst eini umbering til Barbaru. Barbara vildi ongantíð sjálv tosa við fjølmiðlar, hetta mátti Neistin taka sær av, segði hon. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *