Frálíkt avrik – klokkan 16.45 vóru allir róðrarnir avgreiddir

Klaksvíkingur vinnur her FM-heitið í Sandavági. (Mynd Mona Wang)

Dómararnir og fyrireikarar á vestastevnu í Sandavági kunnu vera væl nøgdir við avgreiðsluna av FM-róðrunum, tí longu klokkan 16.45 fór seinasta 10-mannafarið um málið. Líkindini vóru góð at rógva, men summar løtur var eitt sindur av síðualdu, sum darvaði manningunum. Vit fingu somu vinnarar, sum  á norðoyastevnu uttan hjá dreingjunum, har Drekin vann á vestanstevnu. Men fleiri róðrar vóru ótrúliga spennandi fyrstu 500 metrarnar. Fleiri myndir niðanfyri.

Taka vit 10-mannaførini fyrst, so legði Suðuroyingur hart út við títtum tøkum, men inni á 400 metrum hilnaðist betur Kaksvíkingi og Vestmenningi við heldur seigari tøkum, og Suðuroyingur varð tikin aftur. Tá ið Klaksvíkingur fór fram um Suðuroying, dró hann Vestmenningin fram við sær, sum hevði ótrúligan góðan endaspurt. Eg haldi, at Suðuroyingur royndi sama taktikkin, sum í Vági við títtum tøkum frá byrjan, men orkan helt ikki á mál. Klaksvíkingur vann róðurin og harvið FM-heitið.

Hugaligt at síggja 8-mannafarið Kvívíking aftur, men tað var aftur Miðvingur, sum er best fyri hjá 8-mannaførunum. Teir rógva ótrúliga væl, og kappingin á ólavsøku er heldur millum hinar bátarnar, har eg rokni við, at Kvívíkingur fer at taka annað plássið, tó at javn er millum Argjabátin, Gullbrand og Kvíviking.

6-mannaførini við monnum vóru ótrúliga jøvn fyrst í róðrinum, men longu tá ið bátarnir høvdu róð tvey hundrað metrar, kom reyði stavnurin trygd undan. Tað tykist, sum Riddarin missir í bitum í miðróðrinum fyri síðani at hava góðan endaspurt. Kanska kann okkurt broytast  í miðróðrinum, so báturin ikki knappliga missir í mun til Lóm. Spennandi hjá Páll Fanga, tí umborð eru royndir góðir rógvarar, men orkan er ikki hin sama sum umborð á Lómi og Riddaranum, tí tapir Páll Fangi í endanum. Eg ivist ikki í, at við fjúrtan daga miðvísari venjing, kann Páll Fangi gera um seg á ólavsøku.

Havfrúgvin við kvinnum vinnur allar róðrarnar í ár, tí tær hava meira yvirskot enn hinar manningarnar. Blikur megnar ikki at halda tørn og heldur ikki Firvaldur og Strípan. Á ólavsøku kann verða spennandi um annað plásið.

Drekin 5-mannafarið við dreingjum gjørdi kvettið í Sandavági, tí báturin skuldi vinna til tess at kunna kappast um FM-heitið við Jallin á ólavsøku. Nú eru bátarnir javnir í stigum, teir hava vunnið tríggjar róðrar hvør. Bátarnir vóru javnir fleiri hundrað metrar inn, men so knappliga tøktist, sum Jallurin steðgaði upp, og Drekin knappliga dró frá og vann sær trygga leiðslu. Havi hug at nevna, at hugaligt at síggja Firvald aftur í oddinum og eisini síggja, hvussu væl dreingirnir umborð á Havfrúnni rógva. Nú bíða vit eftir finaluni á ólavsøku millum Drekan og Jallin.

Undirhaldandi og spennandi róður var millum 5-mannaførini við gentum, tí í startinum vóru tað ikki bara oddabátarnir, sum gjørdu um seg. Har var Ørnin, Tjaldrið og Sílið, sum bjóðaðu Hvassa og Erlu Kongsdóttir av. Og á hálvum málinum var tað Sílið, sum var fremst saman við Erlu Kongsdóttir. Men tá ið vit komu inn ímóti málinum, gekk orkan hjá Sílinum undan, meðan Erla Kongsdóttir dró frá og við Ørnini í hølinum við góðum endaspurti. Tað sær út, sum genturnar umborð á Hvassa hava mist trúnna at koma fram aftur í oddin.

Fólk vóru spent, hvussu fór at gangast 6-mannafarinum Herningi við kvinnum ímóti Páll Fanga, Rádna og Hvessingi. Róðurin skuldi gerast meira spennandi enn undanfarnar róðrar, tí Páll Fangi mátti kýta seg meira enn vanligt at hála sigurin í hús. Tað var serliga Hvessingur sum lá á odda leingi, meðan Páll Fangi og Herningur kappaðust um annað plássið. Men ímóti endanum var ikki meira orka umborð á Hvessingi, og báturin dragnaði. Herningur hevði góðan endaspurt og bleiv nummar tvey. Herðaklapp til manningina umborð á Rádni. Báturin er mannaður við nakað “eldri” kvinnum. Tit hava verið óførar í summar.

Sum omanfyri sagt, gekk alt væl í Sandavági. Mítt uppskot til Róðrarsambandið er, at á ólavsøku leggja tit old boys og old girls róðrarnar eftir klokkan trý. Á ólavsøku er sjáldan nakar trupulleiki, tí fasti starturin er væl tjóðraður í Argjahøvda. (Vagnur)

Havfrúgvin 5-mannafar kvinnur hevur róð ótrúliga væl í summar. Vunnið allar róðrarnar. (Mynd Mona Wang)

Miðvingur verður ikki tikin í ár. Kvívíkingur kann fara við øðrum plássinum á ólavsøku. (Mynd Mona Wang)

Páll Fangi í harða kapping. Kanska verður kappingin enn størri á ólavsøku? (Mynd Mona Wang)

Lómur vinnur róðurin. Riddarin góðan endaspurt, og Páll Fangi missir í endanum. (Mynd Mona Wang)

Erla Kongsdóttir fer fyrst um málið, men kappingin varð hørð allan róðurinum. (Mynd Mona Wang)

Drekin vann tryggan róður, og so bíða vit eftir finaluni á ólavsøku. (Mynd Mona Wang)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *