Í seinastu viku sá eg part av kvinnudysti millum donsku liðini Viborg og Randers, og í sambandi við dystin var áhugavert kjak um ungar kvinnuligar spælarar ella rættari sagt ungar stjørnur, sum nógvar ikki gerast tær stjørnur seinni, sum fjølmiðlar og onnur gera tær til sum seytjan/átjan ára gamlar. Við í kjakinum var fyrrverandi landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek. Serliga beit eg merki í orðini, sum Ulrik segði, tí hesi orðini kunnu flytast til Føroya, har eg mangan hava skrivað, at vit oyðileggja nógvar serliga ungar kvinnuligar hondbóltsspælarar, tí teir koma ov tíðliga á besta liðið. Teir spæla ov nógvar dysir, hvíla ov lítið, og tí gerast tær skaddar, sum fylgir teimum alt hondbóltslívið. Ulrik segði millum annað.
– Tá eg vandi A-landsliðið kom ongin seytjan/átjan ára gomul genta A-landsliðið, tí har vóru so nógvir góðir eldri spælarar. Eg fylgdi nógvum ungum spælarum og sá, at feløg gjørdu ungu stjørnunum eina bjarnatænastu at taka teir ov tíðliga upp á besta liðið. Henda unga stjørnan kann alt við einum bólti, men tað kropsliga og sálarliga er ikki ment nóg nógv at klára seg í longdini í bestu deildini. Ungi kroppurin eru enn ov moyrur.
– Tað, sum hendir er, at genturnar koma braneggjaðar upp á besta liðið og spæla nakrar frálíkar dystir. Men við tíðini følnar stjørnan, tí hennara spælistílur, sum riggaði so væl ímóti javnaldrum, slítist við tíðini, tí nú spælir gentan ímótí kropssterkum kvinnum, sum leggja áherðslu á at fáa steðga hesi stjørnuni at skjóta mál. Eg veit um nógv dømi um gentur, sum av fjølmiðlum og øðrum verða róptar sum framtíðar stjørnur á A-landsliðnum, men sum slett ikki fáa síni ynski uppfylt, tí tær makta ikki uppgávuna. Serliga tí, at tær sum ungar fáa skaðar at dragast við. Eru oyðilagdar á ungum aldri vegna skaðar, sigur Ulrik og heldur fram.
– Míni boð eru til feløgini, venjarar og eisini landsliðsvenjarar ikki at oyðileggja hesar spælarar. Tað er so freistandi hjá feløgum at brúka hesar stjørnur, men sum oftast er hetta løtuvinningur og kemur spælarum aftur um brekku. Tað eru bara nakrir heilt fáir kvinnuligir spælarar, sum bæði sálarliga og kropsliga megna at fara á besta liðið sum seytjan átjan ára gamlir. Gera teir tað, so eiga teir ikki at spæla meira enn helvtina av fyrra hálvleiki og helvtina av seinna hálvleiki. Kroppurin heldur ikki tl meira, segði Ulrik millum annað. Stutt prát var eisini við landsliðsvenjaran Klaus Brunn Jørgensen, og hann segði, at hann ætlaði sær ikki at taka so ungar gentur við á A-landsliðið.
Meðan eg lurtaði eftir kjakinum, hugsaði eg um nógvar føroyskar ungar kvinnuligar spælarar. Havi ikki júst skrivað um A-kvinnulandsliðið, men eg havi víst á, at nógvir føroyskir venjarar oyðileggja fleiri ungar kvinnuligar spælarar. Havi eisini víst á, at tær ungu hava øll ungdómsárini verið høvuðsstuðlar á ungdómsliðunum, men tá tær so koma á besta liðið mangan alt ov ungar, sita tær alt ov nógv á beinkinum. Tær missa hugin at spæla hondbólt. Tær fáu, sum sleppa at spæla, fáa nógvar alt ov nógvar skaðar at dragast við.

Bara heilt fáir ungir spælarar sleppa undan skavum, um teir spæla ov nógv og koma ov ungir á besta liðið. (Mynd Bjartur Vest)
Orsøkin er eisini, at tær spæla ov nógv og í fleiri deildum, kroppurin megnar ikki at fylgja við, og sum tíðin líður, følnar henda unga stjørna so spakuliga. Fari ikki at nevna nøvn í hesi grein, men eru tær nevndar, eru tær kendar. Hondbóltsspælið kann ikki í mongum førum sammetast við tildømis fótbólt, tí í hondbólti er kropskontaktin nógv størri enn í øðrum bóltspølum. Og so skulu vit eisini minnast til, at flestu føroysku spælararnir eru ikki sáttmálabundnir í mun til teir donsku spælararnar.
Í Føroyum er støðan hon, at vit vanta kvinnuligar hondbóltsspælarar í besta aldri. Tað vil siga millum 22 og 30 ár. Vit keypa tí mangan útlendskar bakspælarar og málverjar til tess at fáa liðið nóg gott. Harnæst brúka vit nógvar ungar spælarar. Nakað eitur undantaksloyvi. Vilja vit teimum ungu spælarum gott, so skuldi HSF ikki givið undantaksloyvi til nakran kvinnuligum spælara at spæla í bestu deildini. Lata ungu spælararnar spæla, har tær hoyra heima. Hetta vóru eisini boðini frá Ulrik Wilbek í kjakinum.
Í løtuni eru nakrar einstakar ungar stjørnur í okkara bestu kvinnudeild, men onkur av teimum dragist longu við skaða. Onkur við langtíðarskaða. Spennandi at fylgja við, hvussu langa tíð í vetur og næstu eitt/tvey árini hesar stjørnur lýsa bjart. Eg havi mín mistanka. (Vagnur)

