Systir mín Chirstin Dahl Plate var herfyri heima og vitjaði mammuna, sum býr á Ellisheiminum. Chiristin fór ung til Danmarkar at læra til sjúkrasystur, hon varð seinni gift og fekk trý børn. Men áhugan fyri Føroyum, og hvat føroyingar fáast við í Keypmannahavn, hevur altíð havt hennara áhuga. Serliga seinastu nógvu árini gjørdist hon serliga virkin. Hon var í nevndini í kvinnufelagnum og nevndini í Føroyahúsinum. Eisini var hon við at skriva bók um føroyskar kvinnur í Danmark. Tá eg práti við systir mína, merki eg hvørjaferð, at eg veit alt ov lítið, hvat tey takast við í Føroyahúsinum. Ikki smávegis, hvussu nógv Føroyahúsið kann borðreiða við. Meira at lesa niðanfyri.
Tú skalt ikki lesa leingi á heimasíðuni hjá Føroyahúsinum ella tosa við systir mína, so gerst mær greitt, at Føroyahúsið er virkið hús. Har hendur nógv mest sum hvønn einasta dag og kvøld. Vit kunnu nevna úr rúgvuni, at hvønn týsdag rópa tey nakað týsdagsdøgurði, har eldri føroyingar koma á gátt til góðan bita. Á skránni er eisini tónleikur ella fyrilestur av onkrum slagi. Tey skipa eisini samveradagar fyri eldri, og føroyskur skúli er einaferð um vikuna. Leygardag er eisini leygardagsbrunsj.
Av øðrum vikuligum tiltøkum kann nevnast, at Húsakórið syngur og venur hvørja viku. Dansifelagið Fótatraðk dansar annaðhvørt sunnukvøld, Kvinnufelagið fundast og skipar fyri tiltøkum, og vitjanartænastan fyri føroyingar og grønlendingar er í húsinum. Og so skipa tey eisini fyri almennum føroyskum dansi og listaframsýningum, og nakað tey kalla fyri fríggjadagsbarr.
Umframt alt hetta skipa tey fyri jólaborðhaldum, jólatræ og jólaheilsum, og ymsar konsertir eru í húsinum, fastalávint er fyri børn, og tey skipa eisini fyri øðrum tiltøkum fyri børn og vaksin. Tá eg sá í skránni, at eitt tiltak eitur Bindicafe, mátti eg spyrja systir mína nærri um hetta, ti hon hevur nevnt fleiri ferðir fyri mær um ein basar, sum tey skipa fyri á hvørju ári í november mánað. Og Chirstin sigur soleiðis:
– Tann føroyski jólabasarurin hevur nú nøkur ár á baki og veksur í hvørjum. Hann er ein fastur táttur í jólatiltøkunum í Keypmannahavn. Jólabasarurin ein sjálvstøðugur bólkur undir kvinnufelagnum og er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey føroyski feløgini og einstaklingar í og uttanfyri Keypmannahavn.
– Endamálið er tvítáttað, partvís at stuðla føroyskum kvinnum, børnum og øðrum, ið eru í trongari støðu, og partvís at hava føroysk mentunarlig tiltøk í Keypmannahavn. Ábyrgd fyri basarbólkinum hava Asley Højgaard, Katrin Nolsøe og eg.
– Á jólabasarinum, sum í ár er í Føroyahúsinum á Vesterbrogade vikuskifti 14. og 15 november. Her kanst tú keypa bundin pløgg til stór og smá, turrikløð, húgvur, hosur, troyggjur, kjólar og mangt annað. Eisini kann keypast matur við til hús, t.d. skinsakjøt, rullupylsa og turrur fiskur. Tað ber eisini til at keypa føroyskt øl, føroyskan snaps, góðgæti og nógv annað gott til jóla. Her kanst tú hugna tær, fara á café, práta við fólk og lurta eftir góðum tónleiki. Onkur føroyskur designari er eisini til staðar.
– Alt arbeiði við at gera basarin er sjálvboðið og bæði kvinnur og menn stuðla tiltakinum við at hjálpa við ymiskum, binda, seyma ella gera lutir til jólabasarin. Kvinnur, ið eru á sjúklingahotellinum í sjúkraørindum ella sum avvarðandi, binda pløgg til basarin, og á sjálvum basarinum er hópur av fólki í gongd við at selja lutir, smyrja bollar, gera kaffi, pynta hølið, pakka rullupylsur, baka drýl og gera mangt annað. Føroyskir tónleikarar spæla, syngja ella á annan hátt stuðla tiltakinum.
– Á hvørjum ári letur basarurin stuðul, so tildømis sjónleikurin “Sunneva” og sjónleikurin “Terry´sa Saga” kundi framførast í Føroyahúsinum. Eisini er fíggjarligur stuðul latin Beranum. Berin er ein “stovnur” sum hevur til endamáls at stuðla børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin, sigur Chirstin.
Chirstin leggur aftrat, at fólk, sum vilja binda, seyma ella binda til basarin, kunnu venda sær til Asley Højgaard, tlf: 20754767, mail: asley.h@live.dk, Katrin Nolsøe: tlf: 40624818, mail: kan@ungdomsskolen.kk.dk ella Chirstin Plate: tlf: 28436532, mail:plate@webspeed.dk (Vagnur)





