Politiska hornið – Kaj Leo og hjúnarbandslógin

kajStúrsaði við mikukvøldið, tá eg á in.fo sá, at Kaj Leo H. Johannesen heldur, at hjúnarbandslógin er so grundleggjandi og álvarsmál, at málið eigur at sendast til fólkaatkvøðu. Fyri meg er hjúnarbandslógin ikki álvarsmál, men eitt avgreiðslumál. Onnur álvarsmál í samfelegnum áttu heldur at verið send út til fólkaatkvøðu. Álvarsmál, sum ávirka gerandisdagin hjá fólki, og ikki minst landskassan, sum altíð hevur brúk fyri meira peningini. Hesum málum skuldi Kaj Leo heldur slóða fyri.

Kaj Leo sigur millum annað á in.fo, at tað er púra skeivt, at einstøk tingfólk leggja eitt álvarsmál sum hetta fyri løgtingið, og sostatt gera tað til eina politiska kastibløku. Einasta rætta var beint hjúnarbandslógina til fólkaatkvøðu, sigur Kaj Leo millum annað.

Eg haldi, at spell hjúnarbandslógin ikki varð skrivað í samgonguskjalið, tí so var alt lættari hjá nýggju samgonguni. Skal hjúnarbandslógin til fólkaatkvøðu, sum hon uttan iva ikki fer, skuldu heldur onnur grundleggjandi og álvarsmál fylgt við hesi fólkaatkvøðu. Kann nevna fýra uppskot úr rúgvuni, sum føroyingurin kundi tikið støðu til í eini fólkaatkvøðu.

1. Skulu borgarstjórar fáa loyvi at fáa tvær almennar lønir, so teir forvinna meiri enn 100.000 krónur um mánaðin, meðan aðrir borgarar liva undir fátækamarkinum? Svara ja ella nei.

2. Kunnu skipaeigarar, sum selja síni skip eisini fáa loyvi at selja kvotuna, sum vit øll eiga, við skipinum og forvinna nógvar milliónir krónur? Svara ja ella nei.

3. Skulu útlendingar framhaldandi fáa loyvi at forvinna hundraðtals milliónir krónur úr uppisjóvar- og alivinnuni? Svara ja ella nei.

4. Skulu tey ríka framhaldandi fáa stóran skattalætta, meðan tey lág- og miðalløntu einki fáa? Svara ja ella nei.

Fóru hesi fýra uppskotini saman við hjúnarbandslógini til fólkaatkvøðu, so atkvøddu meirlutin av føroyingum, at sjálvandi skulu samkynd fáa loyvi at giftast borgarliga og fáa somu rættindini sum Kaj Leo. Meðan føroyingurin svaraði nei til øll hini fýra uppskotini, tí nógv ómoraskt fer fram í teimum fýra uppskotinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *