Ringa veðrið í vár minkaði eisini um manningartalið

Barnamanningar skulu ikki rógva 1000 metrar, sigur Hansina.

Nógvur vindur og regn var í vár heilt út í mai mánað, og tá er torført at taka seg saman at manna serliga barnamanningar. Tey ungu í dag vilja eisini vera meira leys um summarið, har millum annað nógvir festivalar eru at fara til. Alt hetta minkar um manningartalið, sigur eldsálin úr Sandavági Hansina á Plógv, sum venur genturnar umborð á Ørnini og stýrir sjálv. Nú eru nøkur ár síðani, eg tosaði við Hansinu á Plógv um kappróður, men hon er einki broytt í so máta. Hon hevur framvegis brennandi áhuga fyri kappróðri. Tríggir kappróðrarbátar hoyra til Sandavág. 8-manafarið Sandavágsbáturin, 6-mannafarið Skúgvur og 5-mannafarið Ørnin. Men hvussu gongur at manna bátarnar í bygdini, spyrji eg Hansinu.

-6-mannafarið Skúgvur er mannaður við monnum. Har var tað soleiðis, at fimm rógvarar vóru í Havn, sum vantaðu ein bát, og vit høvdu róðursmann og rógvara eftir frá gomlu manningini. Teir sjey ungu menninir funnu saman og mannaðu Skúgv. 5-mannafarið Ørnin er mannað við gentum, sum eg venji, og eg stýri sjálv, sigur Hansina.

6-mannafarið Skúgvur er bátur nummar 10. (Mynd Róar Dalsgaard)

Hansina hevur eisini stóran áhuga í barnaróðri, og eg spyrji hana, hvør orsøkin er, at barnmanningarnar eru minkaðar við 40% síðani í 2010. Tá róðu 23 barnamanningar tólv bátar við gentum og ellivu bátar við dreingjum, men í ár eru fjúrtan barnamanningar. Spyrji hana eisini, hvat hon heldur um, at barnamanningar í 2013 skulu rógva 1000 metrar.

-Fyrst vil eg siga, at veðrið spælir nógv inn, hvussu nógvar barnamanningar rógva. Veðrið var heilt vánligt í vár við regni og vindi, og torført var at flota bát. Tá minkar hugurin hjá teimum eldru at taka stig at manna serliga bátar við barnamanningum og kanska eisini gentu- og dreingjabátarnar.

-Eg haldi eisini, at tíðirnar er blivnar heilt øðrvísi millum tey ungu, sum hava so nógv at fara til um summarið. Tey vilja vera meira frí og vilja hava møguleikan at fara á allar festivalar kring landið. Alt hetta minkar um manningartalið.

-Eg var ikki á fundinum í Róðrarsambandinum, tá ið gjørt var av, at í 2013 skulu barnamanningar rógva 1000 metrar. Tað er heilt burturvið, at barnamanningar rógva 1000 metrar, og eg ivist ikki í, at hetta er heilsuskaðiligt. Summir rógvarar eru bara tólv ára gamlir, og er veðrið vánaligt við nógvum aldum, so kunnu manningar koma í trupulleikar.

– Latið barnamanningar halda fram at rógva 500 metrarnar, tí eg havi einar tvær ferðir ligið úti á málinum í ringum veðri saman við fimtan sekstan ára gomlum gentum,  har vit veruliga komu í trupulleikar. Hvussu verður, um hetta hendir hjá uppaftur yngru gentum ella dreingjum í barnaróðrinum, sigur Hansina at enda.

Róðrarøkið í Sandavági er soleiðis skikkað, at landsynningur er ring ætt til kappróður, meðan  høgættirnar eru góðar. Danska veðurstøðin DMI sigur frá góðum róðrarlíkindum í Sandavági leygardagin. Hann verður norðan ella útnyrðingur í ættini, og vindurin 3/8 metrar um sekundið. (Vagnur)

Hann sigur frá góðum róðralíkindum í Sandavági leygardagin. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *