Í gjárkvøldið setti eg meg í bilin og fór í býin at royna mítt nýggja myndatól. Myndatólini eru nú vorðin so teknisk, at “eldri” maður sum eg havi torført at lesa í bókini allar møguleikar, slíkt myndatól kann. Gott mann hevur børnini og abbabørnini at hjálpa sær við tí tekniska. Koyrdi fyrst út í Sandá at hyggja, hvussu gongst at fáa brúnna lidna. Brúgvin, sum skuldi vera liðug á ólavsøku í ár. Fólk grenja ikki, tí rundkoyringarnar eru lidnar, og fólk síggja, hvussu menn stríðast at fáa brúnna lidna kanska til jóla. Vit bíða í tolin eftir brúnni, sum fer at broyta alla ferðslu út á Argir.
Síðani steðgaði eg við allar plakatirnar, sum standa við rundkoyringina við Landssjúkrahúsið. Havi mangan hugsað, um plakatir geva fleiri atkvøður í atkvøðuskjáttuna. Ikki fyri mítt viðkomandi, tí persónurin, eg velja, var ikki at síggja í stóru mongdini. Eitt er tó greitt, at summie politikarar brúka meira pening enn aðrir í valstríðnum. Kanska ódámligt, at tú skalt vera væl fyri fíggjarliga til tess at bjóða teg fram í politikki. Á mínum ungu døgum var avgerandi, hvat tú segði og skrivaði í bløðnum.
Steðga løtu seinni á “Ískaiini”, har eg tók mynd av Brimli. Tankarnir reikaðu, har eg sá fyri mær, at nú var danska verjuskipið farið eina med alla úr Føroyum, og at føroysk vaktarskip ansaðu sjóøkinum kring Føroyar. Hetta mann eg ikki fara at uppliva, sum politiska landslagið er í landinum og hevur verið tað í meira enn hálvthundrað ár. Brimil liggur mangan við bryggju í Havn annaðhvørt hóskvøld ella fríggjakvøld, tí tá er vaktarskifti umborð. Teir eru tvær vikur umborð og tvær vikur í landi.

Fáa vit eins og umborð á Brimli vaktarskifti í Tinganesi. Løgtingsval kann gera hetta til veruleika. (Mynd Vagnur)
Eg hugdi yvir á Tinganes. Vakrir søguligir bygningar, men so er spurningurin, um “innmaturin” er nóg góður. Tað gongur væl í løtuni í Føroym takkað veri uppisjóvarvinnuni og alivinnuni. Men, hvussu verður eftir valið. Fái vit stjórnarskifti ella heldur núverandi samgonga fram? Hetta fáa vit alt at vita um fáar dagar. Fólk eru spent kring landið.
Ein fiskimaður veittraði til mín, tá hann í útróðrarbáti sínum fór fram við og út á Argir. Hann hevði júst avreitt til uppisøluna. Ùtróðrarbátarnir fækkast í Havn eins og í øðrum plássum kring landið. Heimaflotin hevur ikki góðan byr í løtuni, meðan alivinna og uppisjóvarvinnan blómar. Tað var tann tíð, tá nógv fólk egndu í øllum egningarskúrunum kring landið, men henda vinnan er minkað burtur í næstan einki.
Nýggja myndatólið stóð royndina, men enn er langt á mál, so eg megni at brúka allar hentleikarnar, sum myndatólið kann. Eitt er myndatólið, annað er at stilla inn tólið til ljósið hetta kvøldið. Haldi, at tað eydnaðist bara heilt væl. Gott væl. (Vagnur)





