Altíð áhugavert og spennandi at hyggja at “gomlum” valtølum

Spannandi, hvørji 33 fólkini verða, sum mannað nýggja løgtingið.

Spennandi, hvørji 33 fólkini eru, sum komandi manna nýggja løgtingið.

Á løgtingsvalinum  29. oktober í 2011 vóru 30713 fólk á vali. Ùrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6883 atkvøður og 22,6 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 7546 atkvøður og 24,6 %, Javnaðarflokkurin 5428 atkvøður og 17,7 %, Tjóðveldi 5589 atkvøður og 18,2 %, Framsókn 1933 atkvøður og 6,3 og Miðflokkurin 1883 atkvøður og 6,1 % av samlaðu atkvøðunum. 

So gera vit eitt lop til løgtingsvalið 17. november 1990. Tá er valaldurin broyttur til átjan ár og heili 28371 vóru á vali í 1990. Valúrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6227 atkvøður og 21,9 % av atkvøðunum, Sambanbsflokkurin 5360 % av atkvøðunum og 19,9 %, Javnaðarflokkurin 7787 atkvøður og 27,4 %, Tjóðveldisflokkurin 4171 atkvøður og 14,7 %,. Sjálvstýrisflokkurin 666 atkvøður og 5,9 %, Kristiligi Fólkaflokkurin 1677 atkvøður og 5,9 % og Sosialistiski Loysingarflokkurin 666 atkvøður og 2,3 % av samlaðu atkvøðunum.

Her síggja vit, at Sambandsflokkurin er tødnaður nakað, meðan Javnaðarflokkurin er vaksin við 2700 atkvøðum siðani 1978. Fólkaflokkurin er eisini vaksin, meðan Tjóðveldisflokkurin eisini er tødnaður nakað síðan í 1978. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *