Atkvøðubýtið lítið og einki broytt í hálvthundrað ár

Sum ungur hevði eg virðing fyri politisku skipanini. Men nú haltar.

Sum ungur hevði eg stóra virðing fyri politisku skipanini. Við aldrinum er virðingin minkað.

Um eina viku er løgtingsval, og fólk eru spent, um vit fáa stjórnarskifti. Eg liggi inni við nøkrum valtølum seinastu hálvthundrað árini, og so løgið tað ljóðar, broytir atkvøðutalið hjá stóru flokkunum ikki nakað serligt. Vit hava so nógvar føddar atkvøður, og tørført er at flyta føroyingin ella rættari sagt, er føroyingurin ógvuliga vanabundin. Havi funnið fram nøkur tøl frá løgtingsvalinum í 1962. Og %-býtið av atkvøðum millum stóru flokkarnar er ikki nógv broytt. Eitt lítið rák er ein veg í eina tíð, so skiftir rákið bara eitt sindur. Soleiðis gerst eisini á løgtingsvalinum um eina viku.

Veljarakanningar haldi eg heilt lítið um, tí bæði við seinasta løgtingsval og seinasta fólkatingsval vóru veljarakanningarnar heilt av leið. Soleiðis var eisini á valinum í Danmark og Onglandi seinast. Eingin ivi er um, at nógv fólk bara siga okkurt, tá tey verða spurd, hvønn tey velja. Áhugavert at síggja niðanfyri atkvøðubýtið á løgtingsvalinum í 1962. Valaldurin var tá tjúgu ár.

15100 fólk vóru á vali løgtingsvalið 8. november 1962 og valúrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 3046 atkvøður og 20,2 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 3077 atkvøður og 20,4 %, Javnaðarflokkurin 4053 atkvøður og 26,8 %, Tjóðveldisflokkurin 3261 atkvøður og 21,6 %, Sjálvstýrisflokkurin 889 atkvøður og 6,9 %  og Framburðsflokkurin 674 atkvøður og 4,5 % av atkvøðunum. Hetta árið fingu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin seks tinglimir hvør, Javnaðarflokkur fekk átta tinglimir, Sjálvstýrisflokkurin tveir tinglimir og Framburðsflokkurin ein tinglim. Valaldurin í 1962 var tjúgu ár. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *