Úr myndasavninum – Eg royki fimm mánaðir um árið

jjhjh

Tað gekk ógvuliga skjótt, tá ferð kom at bannað royking á almennum støðum.

Plagi onkuntíð at hyggja at greinum, sum eg skrivaði á heimasíðuni www.drekin.fo frá 2003 til og við 2008. Kom fram á niðanfyri grein skrivað 16 mai 2005. Eg hitti tá ungan rógvara ein dagin í Álakeri, sum segði mær, at 1. januar slókti hann sigarettina og tendraði hana ikki aftur fyrr enn eftir ólavsøkuróðurin. Hetta hevði hann gjørt í fleiri ár. Nógv vatn er runnið í ánna síðani 2005 viðvíkjandi royking í Føroyum.Tit kunnu lesa greinina niðanfyri frá 2005.

Nógv er broytt seinastu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið tað er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil ”passiv” royking er.Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa færri og færri rættindi í skúlum og á arbeiðsplássum. Ì farnu viku strammaði so løgtingið í enn einaferð. Nú er ikki longur loyvt at roykja á almennum støðum, og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum. Alt hetta verður gjørt fyri at tálma roykingini.

Ikki skuldi verið neyðugt at skriva um royking á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, sum mestsum bara skrivar um róður, tí ”sunn sál er í sunnum likami”, verður mangan tikið til. Ìðkar tú ítrótt, so roykir tú ikki. Men tíverri er hetta ikki altíð veruleikin.

Minnist, tá rógvarar festi sær í uttan fyri neystið í Álakeri. Hetta er farin tíð.

Minnist, tá rógvarar festi sær í uttan fyri neystið í Álakeri. Hetta er farin tíð.

Nógvir roykjarar er egoistiskir. Og tá ið teir standa millum fólk við sigarettini í munnklovanum, so hugsa hesir mangan ikki um sínar medborgarar. Teir skilja ikki ímillum, um teir eru í veitslu, eru til arbeiðis ella eru millum ítróttafólk. Teir geva sær heldur ikki far um, um teir eru fyrimynd ella ikki hjá ungdóminum.

Nú er vanligt at síggja ungfólk í ítróttaklæðum uttanfyri ítróttahallir við sigarett í hond, tí teir sleppa ikki at roykja inni. Tey mugu fyri alt í verðini hava eina sigarett, áðrenn tey fara í brúsu.Í Havnar Róðrarfelag mugu fólk ikki roykja í neystinum. Tí sært tú mangan nakrar rógvarar roykja framman fyri neystið, sum er keðilig mynd fyri ítróttargreinina, sum vit øll eru so fegin um.

Undirritaði tekur ikki ein rógvara í álvara, sum roykir í kappingarárinum, tí kanningar vísa, at hevur tú roykt í nøkur ár, so er lungaorkan minkað við 10-15 %. Og kappingin er nú so mikið stór innan rógving í Føroyum, at pláss er ikki fyri roykjarum í hesi krevjandi ítróttargrein.

Las í einum donskum blað, at tað kom ikki fyri í Danmark, at rógvarar royktu, sum veruliga vildu nakað. Havi sæð rógvara fingið sær eina sigarett, júst sum hann er komin úr bátinum eftir harða venjing. Rógvarin kann ikki bíða, til hann hevur verið í brúsi og kanska er komin út í bilin á veg til húsa. Hetta er langt úti í mínari verð, sum tey unga plaga at taka til. Eisini sær man ungfólk í ítróttaklæðum við sigrett í hond á stevnum, ja, summi, beint áðrenn tey skulu í bátin at rógva eitt FM-mál.

Ítróttafeløgini og ítróttafólkini eiga slóða fyri, tá talan er um at roykja, tey skulu vera ein fyrimynd. Í Havnar Róðrarfelag skuldi tað vera bannað at roykt á økinum hjá felagnum, og felagið kundi eisini farið so langt og sagt: Tað er ikki loyvt rógvarum at roykja,, sum rógva í bátunum hjá Havnar Róðrarfelag. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *