
Hetta er dømi um photoshop, har tú bara kanst hanga ein persón í myndina, so tað gerst ein gjørd mynd.
Havi altíð havt stóran áhuga í myndum. Kemur tað til persónsmyndir ella andlitsmyndir, so eru svart/hvítu myndirnar tær vakrastu. Áhugavert at síggja, hvussu væl tildømis Bambus dugdi at taka myndir. Og sært tú gamlar myndir, sæst beinavegin, um køn hond hevur tikið myndina. Nú stundar til løgtingsval, og “Photoshop” er vorðið partur av valstríðnum, tí flestu myndirnar av valevnunum hava verið ígjøgnum programmið “photoshop”, har tú kanst broyta nógv í myndini.
Til stuttleika valdi eg nakrar politikkarar út, sum eru stillaðir upp til fólkatingsvalið. Fann fram myndir av viðkomandi og samanbar við myndirnar, sum nú eru av teimum á ymsu portalum í sambandi við komandi fólkatingsval. Har er heilt stórur munur. Munurin er, at andlitslitirnir eru mest sum eins hjá øllum, hesin ljósaguli liturin, sum slett ikki er rætti andlitsliturin hjá viðkomandi. Rukkur, sum natúrliga eiga at vera har, eru flestar redigeraðar burtur. Her sæst tíðuliga, at hetta eru gjørdar myndir til endamálið.
Mær dámar slett ikki slíkar myndir og skilji ikki rættiliga, at fólk vilja vera við til slíkt. Myndin skal sjálvandi vera natúrlig, og tað eru flestu myndirnar ikki. Eitt er, at valevnini lata seg væl í fyri myndatøkuna, og at kvinnurnar smyrja seg eitt sindur, men at lata “photoshop” evna títt andlit til valstríðið, riggar bara ikki. Annað er eisini, at so nógvur glansur er í andlitinum, sum er dømi um, at talan er ikki um vanliga tikna mynd við vanligum myndatóli.
Tá tú hyggur í gomul tíðindabløð ella sært myndir av nú farnum politikkarum, var “photoshop” ikki uppfunnið. Rokni ikki við, at “photoshop” gevur fleiri atkvøður. Komið at hugsa um forsíðuna á nógvum kvinnubløðum, sum er gott dømi um, at myndin av viðkomandi er ikki natúrlig. Heilt skeivir litir í andlitinum, har fólk hava redigerað í andlitinum hjá viðkomandi. Alt er so “perfekt” og slættað, og har tú ikki sært eina rukku. Dugi ikki rættiliga at síggja endamálið, tí natúrligar myndir mugu selja eins nógv og tilgjørdar myndir.
Tað var tann tíð, tá tú vart á skemtiligum politiskum fundum í Sjónleikarhúsinum. Men nú gongur valstríðið fyri seg á Facebook og øðrum digitalum miðlum, har politikkarar duga betri enn aðrir at finna nýggj hugskot at føra seg fram. (Vagnur)