Óvæntaða úrslitið, at Drekin reyði vann so tryggan sigur

6-mannafarið Páll Fangi fer her fyrstur um málið. Spenandi róðrar eru í vænti. (Mynd Fríðbjartur Viberg)

6-mannafarið Páll Fangi úr Klaksvík fer her fyrstur um málið. Spenandi róðrar eru í væntu. (Mynd Fríðbjartur Viberg)

Norðoyastevnuróðrarnir eru altíð áhugaverdir og spennandi  róðrar, tí hetta eru fyrstu FM-róðar á árinum. Áhugavert at síggja, hvørjir bátar eru við, og hvat vit kunnu rokna við í róðrarárinum. Sum vit plaga at siga: Eftir norðoyastevnu broytist so nógv, tí summar manningar eru væl nøgdar, summar hampuliga væl nøgdar, meðan aðrar manningar vónbrotnar av avrikinum, tí tær høvdu væntað nakað heilt annað. Òdnartøkini góvu okkum nakrar fáar ábendingar, men norðoyastevnuróðrarnir geva okkum allar ábendingarnar um róðrarárið. Mest óvæntaða úrslitið á norðoyastevnu var, at 10-mannafarið Drekin reyði av Argjum vann so tryggan sigur. Næstu FM-róðrar eru í Kollafirði leygardag. 

Hevði ikki væntað, at Nevið Reyða vann so tryggan sigur. Uttan iva javnari á næstu stevnu.(Mynd Fríðbjartur Viðberg=

Hevði ikki væntað, at Drekin reyði vann so tryggan sigur. Uttan iva javnari á næstu stevnu.(Mynd Fríðbjartur Viðberg)

Mannagongdin hjá mær er mest sum tann sama hvørt ár á norðoyastevnu. Fyrst lurti eg í útvarpi eftir róðrunum, síðani fari eg inn á www.drekin.fo at hyggja at tíðum, og síðani hyggi eg seinni gjølla at livandi myndunum frá Kringvarpinum. Ljóðið frá útvarpinum var ikki heilt í lagi, og upptøkurnar av róðrunum hava mangan verið betri. Tað gekk bara heilt væl og skjótt at avgreiða róðrarnar, so samanlagt var alt hetta í lagi.

Skjótt beit eg merki í, at barnamanningarnar eru fækkaðar, eingin 6-mannafør við kvinnum, og 5-mannaførini við dreingjum eru bara seks bátar. Hvørki Róðrarfelagið Knørrur ella Argja Róðrarfelag megna at manna ein dreingjabát. Hetta ørkymlar meg. Og so var eg keddur um, at 8-mannaførini bara vóru tríggir bátar, og spell ikki at síggja Miðvíng, Kvívíking og Knørr. Tað er sagt, vóru 6-mannaførini við monnum níggju bátar og 10-mannaførini fimm bátar. Óført.

Erla Kongsdóttir 5-mannafarið úr Fuglafirði heldur fram, har tær sleptu á ólavsøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Viðberg)

Erla Kongsdóttir 5-mannafarið úr Fuglafirði heldur fram, har tær sleptu á ólavsøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Viðberg)

Fara vit fyrst til dreingjaróðurin, var stuttligt at síggja, at Frúgvin úr Miðvági var heilt frammi í oddinum og Tjaldri eisini, sum vann róðurin. Hevði væntað mær meira av Sílinum, sum fekk alt ov ringan start. 5-mannafarið Firvaldur við gentum av Tvøroyri helt fram, har manningin slepti á ólavsøku í fjør, men nú lá Firvaldur næst Kósabrúnni, og eingin ivi er um, at serliga Fípan Fagra og Jallurin fara at geva Firvaldi kapping. Eisini her væntaði eg meira av Sílinum, sum heldur ikki fekk góðan start.

Ógvuliga tætt millum 5-mannaførini við dreingjum Tjaldrið úr Runavík og Frúnna úr Miðvági

Ógvuliga tætt millum 5-mannaførini við dreingjum Tjaldrið úr Runavík og Frúnna úr Miðvági

Vit kunnu í summar roknað við áhugaverdum og spennandi 6-mannafarsróðrum við monnum. At Páll Fangi úr Klaksvík fór at vinna, haldi eg og nógv við mær ikki fór at henda. Men hví gita slíkt, tá tú ikki kennir manningina?  Eingin ivi um, at vit í hesi bátastødd fáa meira enn ein vinnara í róðrarárinum, tí munurin er so ómetaliga lítil. Skal viðganga, at eg roknaði við, at Tvørabáturin fór at vinna. Kvinnurnar umborð á Erlu kongsdóttir rógva bara so væl. Stuttligt at síggja tær rógva hesi longu, seigu og kraftigu tøkini í undanvindinum. Heili átta sekund aftur til Teistan og Rituna sigur nógv.

Heiðabáturin úr Runavík og Argjabátur fór stavn um stavn um málið. (Mynd Fríðbjartur Viðberg)

Heiðabáturin úr Runavík og Argjabátur fóru stavn um stavn um málið. (Mynd Fríðbjartur Viðberg)

Spell, at 8-mannaførini bara eru tríggir bátar. Sakni veruliga Miðving, Kvívíking og Knørr. Var spentur, hvussu Tofta Regin úr Vági fór at klára seg, men ikki roknaði eg við, at manningin úr Vági er nøgd við avrikiið, tí munurin var stórur fram Heiðabátin, sum vann og Argjabátin, sum mundi tikið Heiðabátin á mállinjuni.

Mest óvæntaða úrslitið var, at 10-mannafarð Drekin reyði av Argjum vann so tryggan róður. Eg var væl nøgdur við avrikið hjá nýggju manningini umborð á Havnarbátinum, men at Drekin reyði vann so trygt á serliga Klaksvíkingi, kom púra óvart á meg. Hevði roknað við, at Klaksvíkingur var stinnari. Mín niðurstøða er, at manningin umborð á Klaksvíkingi gjørdi skeivt ikki at vera við í ódnartøkunum. Tí sjálvt um ódnartøkini eru stuttir róðrar, so fáa manningarnar royndir at seta seg upp til FM-róðrarnar, starta og fáa skil á ymisku fyri fyrsta FM-róðurin.

Firvaldur 5-mannafar getnur vann tryggjan sigur í Klaksvík. Firvaldur nærmast landinum. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)royri

Firvaldur 5-mannafar gentur av Tvøroyri vann tryggjan sigur. Firvaldur nærmast landinum. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

Men eingin ivi er um, at vit koma at síggja javnari 10-mannafarsróðrar enn tann á norðoyastevnu, tí kenni eg klaksvíkingar rætt, so vilja teir ikki hava henda stóra ósigur sitandi á sær. Og hini 10-mannaførini fara eisini at bjóða av. Næsti FM-róður er leygardagin í Kollafirði. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *