Eg má veruliga rósa borgarstjóranum í Havn fyri nýggju støðuna, hann nú hevur um nýggja havnarlagið í Havn. í Kringvarpinum á middegi í dag segði borgarstjórin, at Tórshavnar kommunu fer at umhugsa støðuna á nýggjum um havnarlagið. Kringvarpið segði á middegi, at nýggja fíggarmetingin sigur 495 milliónir krónur. Men so skal 6,5 % í mvg leggjast aftrat, so talið er um 530 milliónir krónur, sum Kringvarpið segði fríggjadagin. Borgarstjórin segði eisini, at økið við Skansan og framvið sjóvarmálan Yvir við Strond skal takast upp til nýggja viðgerð, og eitt úrslit er klárt um ólavsøkutíðina. Vil bara siga borgarstjóranum, at tað er stór dygd at viðurkenna, tá mistak er gjørt. Tá er mann ein rættur og góður borgarstjóri. Tí Tórshavnar Havn kann sjálvandi byggjast út, so økið við Skansan ikki verður oyðilagt, og sjóvarmálin Yvir við Strond verður oyðilagdur. Hetta skylda vit okkum øllum og okkara eftirkomarum. Alt annað er vitleyst. (Vagnur)
